06/02/2024

Yrkisdepilin yvirtekur nú tilmelding av lærlingum til danskan skúla

Í 2023 bleiv kunngerðin, sum ásetir tilmelding til skúla (99/2011, sum er broytt við kunngerð 34/2023) lýst. Hendan kunngerðin ásetir, at Yrkisdepilin meldar lærlingin til skúlagongdina, bæði tá hendan er í Føroyum og tá skúlagongdin er í Danmark.

Tilmeldingin verður gjørd út frá upplýsingum, sum partarnir skráseta í lærusáttmálanum. Hóast Yrkisdepilin ger sjálva tilmeldingina og umsitur hendan partin, verður alt samskifti ímillum Yrkisdepilin og skúlan framyvir eisini sent til bæði lærling og lærumeistara.

Yrkisdepilin er farin undir at gera eina vegleiðing til bæði arbeiðsgevarar/lærling og til donsku skúlarnar ísv. hesa broytingina, og væntandi fer hetta við tíðini at bøta um tænastuna til okkara viðskiftafólk.

Yrkisdepilin yvirtekur nú tilmelding av lærlingum til danskan skúla