Kokkur

Danskt heiti: Gastronom. Specialer: Gastronomassistent, smørrebrød og catering, kok

Útbúgvingarlongd: 3 ár og 9 mánaðir

Skúlagongd: Føroyar 
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Handverkarafeløgini
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Onnur heitir: Gastronomur

Undir útbúgvingini sum kokkur lærir tú ymiskar hættir til matgerð, og tú lærir um rávørur og hvussu tær kunnu nýtast til at geva matinum góðan smakk, anga og útsjónd.

Tú lærir eisini um heilsu og kost, og um hvussu tú kanst gera mat, ið tekur atlit til umhvørvi og burðardygd. Eisini lærir tú um ymiskar samansetingar og sløg av mati.

Eftir lokna útbúgving sum kokkur, kanst tú starvast á hotelmatstovum, í restauratiónum, kaffistovum, kantinum, sjálvtøkumatsstovum umframt stórkøkum á stovnum ella virkjum. Eisini ber til at stovna egna matfyritøku.

Frá 2023/2024 ber at taka øll skúlaskeiðini á TSK í Klaksvík. 

Hvar er skúlagongdin?

UM ÚTBÚGVINGINA

Bygnaður av útbúgving

Í lærutíðini verður skift millum skúlagongd á yrkisskúla og verkliga læru á góðkendum læruplássi. Les meira undir "Skúlagongdin".

Í læru

1. skeið
20 vikur

2. skeið
10/20 vikur

3. skeið
10 vikur

Sveinaroynd
7 vikur

Hvat er ein yrkisútbúgving?

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

Hvussu gerist eg kokkur?

Tað eru tvær inngongdir til útbúgvingina til kokk. Tú kanst antin:

  • gera sáttmála við arbeiðsgevara, ella
  • søkja beinleiðs inn á skúla

Til ber at taka 1. og 2. skúlaskeið uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara. Hevur tú tikið skúlagongdina áðrenn tú gert sáttmála við lærumeistara, verður samlaða sáttmálatíðin stytt við 40 vikunum fyri 1. og 2. skúlaskeið.

 

Inngongd við sáttmála:

Ynskir tú at gera sáttmála beina vegin, heitir tú á arbeiðsgevara í yrkinum, um at gera sáttmála tykkara millum. Tá bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir ásettu treytum í sáttmálanum. Td. at tú arbeiðistíðir og ásettu skyldur í sáttmálanum.

Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt, so at tú hevur nomið tey førleikamál, sum eru lýst í galdandi útbúgvingarkunngerð og gerst før/ur fyri at standa útbúgvingina og sveinaroyndina áðrenn lærutíðin er av.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har skúlin kallar teg inn á eitt skúlaskeið.

 

Inngongd uttan sáttmála:

Til ber at fara undir eina yrkisútbúgving beinleiðis eftir 9. flokk. Tú kanst byrja eina yrkisútbúgving við at søkja inn á 1. skúlaskeið á einum av miðnámsskúlunum, sum bjóða útbúgvingina.

Søkir tú beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála, skal søkjast innan umsóknarfreistina hjá skúlunum.

Hvat læri eg?

Næmingur, ið hevur lokið útbúgving sum kokkur skal við útbúgvingarlok hava hesar førleikar:

1)   At meta um rávørur.

2)   At brúka rættar rávørur, tilfar, arbeiðshættir, amboð og útgerð í sambandi við ávísa givna uppgávu.

3)   At útinna arbeiðið við atliti at reinføri, umhvørvi, arbeiðsumhvørvi, trygd á arbeiðsplássinum, tíð, búskapi og góðsku.

4)   At matgera skundverðar, heitar, flógvar og kaldar rættir við røttum grundleggjandi tilgerðarhættum og í samsvari við reglur um reinføri og innaneftirlitsskipanina hjá virkinum, í sambandi við borðreiðing á sjálvtøkumatstovum, kantinum, kafeterium, hotellum, matstovum og fyritøkum, ið bera mat út.

5)   At leggja til rættis, matgera og borðreiða matskráir við atliti at føðsluvirði í matinum og gera føðsluútrokningar sambært galdandi lóggávu.

6)   At laga seg til arbeiðið og samstarvið í køkinum innan tey vanligastu sløgini av handilsvirkjum og fylgja menningini av teimum.

7)   At arbeiða í toymum og virka við í menningini av arbeiðinum.

8)   At vísa skapandi evni, hug og evni at læra nýtt og taka ábyrgd.

9)   At vera smidligur og luttaka í samstarvi við starvsfelagar, viðskiftafólk og aðrar áhugabólkar.

10) At málbera seg munnliga, meta um og skilja hugskot og sjónarmið.

11) At greina og loysa fakligar avbjóðingar sjálvstøðugt, ella sum partur av einum toymi.

12) At ásanna egnu styrkir og veikleikar í sambandi við læring og tileggjan sum grundarlag fyri lívslangari læru.

13) At tæna viðskiftafólki hjá fyritøkuni við atliti at tjóðskapi.

14) At taka samábyrgd fyri, at gestirnir kenna seg vælkomnar og fáa eina góða uppliving.

15) At tæna og greiða gestum frá matskráum og matmentanum og nýta vanligar yrkistekstir á enskum, sum yrkisliga eru viðkomandi.

16) At gera sær greitt, hvønn týdning arbeiðið og fyriskipanarliga staðið hjá hvørjum einstøkum starvsfólki hevur fyri dagliga raksturin hjá fyritøkuni, nýskapan og lønsemi, umframt at virka fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi.

17) At avgera, lýsa, keypa inn, góðskumeta umframt at seta rávørur og hálvvirkaðar vørur á rætta staðið.

18) At fyrireika, matgera og borðreiða tað, sum køkurin grundleggjandi hevur á matskránni.

19) At seta saman og matgera veitsluskráir, sjálvstøðugt við byrjandi royndum.

20) At rokna vørunýtslu og gera útrokningar.

21) At seta saman, gera uppskrift og matgera ymsar rættir av matvørum, sum knýttar eru at árstíðunum, við byrjandi skapandi evnum.

22) At arbeiða við bæði à la cartebíleggingum og veitslubíleggingum.

23) At greiða frá føroyskum tilfeingi og matmentan.

Stk. 2. Verkliga læran og krøvini til læruplássini verða lýst í námsskipanini.

Áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, at tú:

  • Megnar at halda yvirlit – eisini tá ið trýst er á

  • Ert arbeiðssam/ur og handalig/ur

  • Hevur gott reinføri

  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

  • Ert tilreiðar at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir

  • Leggur dent á góðsku og smálutir

  • Ert tænastusinnað/ur

  • Ert kreativ/ur

Royndartíð 6 mánaðar

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.

Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.

Lærutíðin

Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.

Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.

Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan  um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.

Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.

Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:

  • Byrjunar- og endadato fyri setan
  • Tímar pr viku
  • Stutt lýsing av teimum uppgávum, sum tú hevur arbeitt við
  • Skjalið skal vera undirskriva av arbeiðsgevaranum, har tú hevur arbeitt

Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.

Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss".

Skúlagongdin

Samlaða útbúgvingin tekur 3 ár og 9 mðr. og er lutað sundur í skúlagongd og verkliga læru á góðkendum læruplássi. 

Skúlagongdin er býtt í 4 skúlaskeið. 1. og 2. skúlaskeið eru somu skúlaskeið sum til kokkahjálpara. Fyri at verða upptikin á 3. skúlaskeið skal lælingur hava staðið 1. og 2. skúlaskeið við eftirmeting, umframt hava góðkendan lærusáttmála. Fyri at fara víðari til 4. skúlaskeið skal lærlingur hava staðið 3.skúlaskeið.    

Skúlagongdin í kokkaútbúgvingini fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Starvsvenjing er har umframt partur av skúlagongdini.

Frá 2023/2024 ber til at taka alla skúlagongdina á tekniska skúla í Klaksvík.

Donsk skúlagongd - hvar búgvi eg?

Allir danskir yrkisskúlar hava eitt skúlaheim, har føroyskir lærlingar kunnu búgva, tá teir fara til Danmarkar í skúla.

Í tilmeldingarblaðnum til danskan yrkisskúla, kann læruplássið søkja um pláss á skúlaheimi.

Ert tú 25+

Donsku skúlarnir kunnu gera eina førleikameting (realkompetencevurdering, stytt RKV) av lærlingum, og um skúlin metir, at lærutíðin skal styttast, kanst tú senda eina umsókn um stytting til Yrkisdepilin/Yrkisnevndina.

Royn amboðið her, sum kann geva tær eina ábending um, hvussu nógva stytting tú kanst fáa. 

GG: Amboðið er vegleiðandi, og í síðsta enda er tað Yrkisdepilin, sum ásetur lærutíðina.

Løn undir útbúgvingini

Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Lærlingalønin er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan, har yrkið hoyrir til. 

Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum.

Verður læran stytt, verður altíð stytt í fyrra endanum. Tvs. at lærlingur sum fer undir 4 ára útbúgving, men sum fær 12 mánaðar stytting, byrjar læruna á 2. ári og skal lønast samsvarandi.

Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru altíð at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.

Ert tú í læru hjá eitt nú Landssjúkrahúsinum ella øðrum almennum stovni, ert tú lønt/ur eftir sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið. Lønartalvan er at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum undir Lønardeildini: www.fmr.fo.

Søgulig gongd

Frá 2023 ber til taka alla skúlagongdina til kokk í Føroyum, sí útbúgvingarkunngerð í høgra bredda. 

Ádrenn hetta, var bert gjørligt at taka ein part av útbúgvingini í Føroyum, meðan partar av útbúgvingini vóru á donskum skúla. Samstundis broyttist heiti á útbúgvingini til frá Gastronom til Kokk 

Tað ber tó framhaldandi til at taka skúlagongdina á donskum skúla.

 

Framtíðarmøguleikar

Tá ið tú ert liðug/ur við útbúgvingina kanst tú arbeiða í yrkinum, stovna egna fyritøku ella fara undir framhaldslesnað. Heldur tú fram við lesnaðinum, kann verða neyðugt at taka ávís fak á miðnámsstigi, áðrenn tú kanst lesa víðari.

Ynskir tú at vita meira neyvt, hvørji krøvini til víðari lestur eru, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna, www.vegleiðingarstovan.fo, ein av vegleiðarunum á miðnámsskúlunum ella skúlan tú umhugsar at søkja inn á.

Hagtøl

Sí námsskipan

LÆRUPLÁSS

Hvar kann eg søkja lærupláss?

Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.