Læruplássgóðkenning og ískoytisbløð

Soleiðis verður søkt um læruplássgóðkenning

Fyri at fáa læruplássgóðkenning, eru ymisk viðurskiftir sum fyritøkan/stovnurin mugu lúka. Tá søkt verður um læruplássgóðkenning má fyritøkan/stovnurin: 

  • Útfylla skjalið sum eitur "Umsókn um læruplássgóðkenning"
  • Útfyll Upplýsingarblað til læruplássgóðkenningar og legg tað saman við
  • Legg sveinabræv/lærubræv/útbúgvingarskjøl hjá yrkislærdum á starvsplássinum við
  • Send hesi skjøl til Yrkisdepilin 

Tá allar neyðugar upplýsingar eru fingnar til vega, leggur Yrkisdepilin umsóknina fyri Yrkisnevndina til støðutakan.