Yrkisnevndin

Yrkisútbúgvingarráðið velur Yrkisnevndina eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Í Yrkisnevndini sita tvey umboð fyri arbeiðstakarar og tvey umboð fyri arbeiðsgevarar. Yrkisnevndin er vald fyri 4 ár í senn. 

Yrkisnevndin hevur ábyrgdina av ymiskum uppgávum ísv. læru og skúla. Eitt nú tekur Yrkisnevndin avgerðir um umsóknir um læruplássgóðkenningar, útbúgvingarinnihald í einstøku yrkisútbúgvingunum og mál um stytting í útbúgvingartíðini. Eisini tekur Yrkisnevndin sær av ósemjum millum lærlingar og lærupláss, tá hesi ikki sjálvi finna semju. 

Nevndin hevur fund umleið eina ferð um mánaðin.