Sveinaroyndir, yrkisroyndir og próvtøkur

Við útbúgvingarlok verður skipað fyri sveinaroynd innan handaligu útbúgvingarnar og fyri yrkisroynd innan merkantilu útbúgvingarnar. Skipað verður harumframt fyri ávegis próvtøku eftir 1. skúlaskeið við uttanhýsis meting. Sveinaroyndir og yrkisroyndir verða roknaðar sum endaliga viganin av, hvørt viðkomandi lærlingur nú hevur ognað sær teir mest týðandi førleikarnar í sínum yrki.

Metingardómarar

Til yrkis- og sveinaroyndir døma góðkendir metingardómarar úrslitið. Treytirnar fyri at vera metingardómari eru, at man hevur sveina- ella yrkisprógv innan útbúgvingina og í minsta lagi 5 ára royndir í yrkinum.

Vegleiðing um avrokning ísv. við próvdøming

Tá Yrkisdepilin hevur heitt á yrkislærdan um at próvdøma í eini eftirmeting av 1. skúlaskeiði ella í einari yrkis- ella sveinaroynd, skal oyðublaðið 'Tímaseðil fyri uppgávur'  fyllast út á staðnum, har royndin fer fram.

Skrivstovan á skúlanum skrivar oyðublaðið 'Tímaseðil fyri uppgávur' út og veitir læraranum, sum skal próvføra, skalið. Lærarin hevur skalið við til próvtøkuna, har lærari og próvdómari útfylla skjalið í felag.

Eftir próvtøkuna letur lærarin skrivstovuni á skúlanum undirskrivaða skjalið. Skrivstovan skannar og sendir Yrkisdeplinum skjalið og Yrkisdepilin avroknar við próvdømaran.

Samsýning til metingardómarar

Samsýning til metingardómarar:
Yrkisdepilin rindar metingardómarum fyri próvdøming (sí niðast). Metingardómarar hava rætt til møguligt ferðaendurgjald ísv. próvdøming, eftir at ferðauppgerð er send Yrkisdeplinum (sí leinkju til oyðublað í høgra bredda).

Innan merkantila økið (skrivstova og handil) fáa metingardómarar samsýning eftir satsi 3 fyri 4 tímar pr. lærling íroknað fyrireiking.

Satsir:
3) Samsýningin er ásetta handverkaratímaløn + 60%.  Fyri sveinaroynd er oftast talan um verklig roynd, próvhoyring og/ella uppgávulesing

Samsýning fyri uppgávugerð

Samsýning fyri uppgávugerð til sveina- og yrkisroyndir, og møguliga eftirfylgjandi sjúkraroyndir

Yrkisdepilin rindar samsýning fyri gerð av sveina- og yrkisroyndum.

Avtalan sambært sáttmálanum hjá Føroya Tekniska Lærarafelag fyri gerð av nýggjum sveinaroyndaruppgávum er 18.000 kr fyri hvørja uppgávu. Limirnir í uppgávunevndini fáa sum meginreglu somu upphædd. Tillagingar vera samsýntar við 30% av upprunauppgávuni.

Í merkantilu útbúgvingunum er skipanin øðrvísi. Her skriva lærlingarnir uppgávur út frá uppgávuorðingum, sum teir gera saman við undirvísara. Merkantila økið er tí ikki fevnt av framferðini lýst omanfyri.

Kunngerðin um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir, staðfestir eisini, at Yrkisdepilin tilnevnir metingardómarar til eftirmeting av 1. skúlaskeiði og til sveina- og yrkisroyndir.