Sambært viðtøkunum fyri Yrkisnevndina skal nevndin eftir tørvi innkalla umboð fyri yrki sum serkøna hjálp, tá ið nevndin viðger yrki, sum ikki er umboðað av nevndarlimunum í Yrkisnevndini. Yrkisfeløgini eru við til at tilnevna serkøn innan avvarðandi yrki.
Serkøn skulu hava somu yrkisútbúgving, sum læruplássgóðkenningin snýr seg um og skulu hava innlit í viðkomandi verklig lærumál fyri útbúgvingina og útbúgvingina annars.
Læruplássgóðkenningar verða viðgjørdar sambært galdandi vegleiðing. Fyri at eitt virki kann fáa góðkenning, skal virkið lúka treytirnar fyri verkliga læru sambært viðkomandi útbúgvingarkunngerð, tvs. at virksemi hjá virkinum skal fevna um tær uppgávur, ið krevjast fyri at lærlingur kann røkka ásettu útbúgvingarmálunum.
Harumframt skal virkið hava starvsfólk í starvi við viðkomandi yrkisútbúgving, sum í minsta lagi hevur 3 ára viðkomandi arbeiðsroyndir eftir lokna útbúgving, og hava góðar umstøður sum lærupláss annars. Fortreytin fyri meting um virkið lýkur treytirnar er, at virkið útfyllir viðkomandi umsóknarbløð, ið veita viðkomandi upplýsingar um virkið.
Í málum har serkøn meting verður brúkt skulu hesi skjøl verða útgangsstøði fyri serkønu metingina. Viðmerkjast skal, at hesi skjølini verða útflýggjað serkøna í trúnaði og skulu tí ikki latast víðari.
Uppgávan
Uppgávan hjá einum serkønum er at meta um virkið lýkur oman fyri nevndu krøv. Umframt nevndu krøv kann tað eisini verða viðkomandi at meta um neyðuga útgerðin er tøk hjá virkinum. Tað kunnu eisini vera ivamál um úbúgvingar hjá starvsfólkum í virkinum, sum skulu vera lærumeistarar. Í tílíkum føri er uppgávan at meta um, hvørt innihaldið í prógvinum kann metast at vera samsvarandi við viðkomandi yrkisútbúgving ella ikki.
Yrkisnevndin kann eisini taka avgerð um at kanna lærupláss (sýna) og er tað eisini ein uppgáva fyri ein serkønan at luttaka í og at taka upplýsingar frá vitjanini við í metingina um virksemið hjá virkinum lýkur krøvini í kunngerðini, um neyðug útgerð er tøk, og um umstøðurnar annars sum lærupláss eru nøktandi.
Virkið, sum serkøna metingin snýr seg um, hevur rætt til innlit í serkønu metingina, men hevur ikki rætt til upplýsingar um, hvør serkøni er. Tað er tó greitt, at um virkið skal sýnast so vil tað føra við sær, at virkið fær at vita, hvør persónur er serkøni metarin í málinum.
Útisetavirkið
Um serkøna metingin er, at virkið lutvíst lýkur krøvini, so skal metast um, hvørt tað er ráðiligt at geva virkinum eina lutvísa læruplássgóðkenning við kravi um útisetavirki. Í tílíkum førum skal metast um, hvørji av lærumálunum (sambært umsóknarblaðum) krevja lærutíð á útisetavirki, og hvussu leingi tíðarskeiðið við útisetavirki skal vera.
Samsýning fyri uppgávur sum serkøn
Serkøn upplýsa metingina í serskiltum oyðiblaði hjá Yrkisdeplinum og fáa samsýning fyri arbeiðið, ið er ásett sambært leistinum hjá Fíggjarmálaráðnum fyri fundarsamsýning Fundarsamsýningar - Fíggjarmálaráðið (fmr.fo).
Samsýning fyri uppgávugerð til sveina- og yrkisroyndir
Yrkisdepilin rindar samsýning fyri gerð av sveina- og yrkisroyndum.
Avtalan sambært sáttmálanum hjá Føroya Tekniska Lærarafelag fyri gerð av nýggjum sveinaroyndaruppgávum er 18.000 kr fyri hvørja uppgávu. Limirnir í uppgávunevndini fáa sum meginreglu somu upphædd. Tillagingar vera samsýntar við 30% av upprunauppgávuni.
Í merkantilu útbúgvingunum er skipanin øðrvísi. Her skriva lærlingarnir uppgávur út frá uppgávuorðingum, sum teir gera saman við undirvísara. Merkantila økið er tí ikki fevnt av framferðini lýst omanfyri.
Kunngerðin um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir, staðfestir eisini, at Yrkisdepilin tilnevnir metingardómarar til eftirmeting av 1. skúlaskeiði og til sveina- og yrkisroyndir.