Yrkisdepilin er fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og hjá Yrkisnevndini, sum báðar eru mannaðar av arbeiðsgevarum og fakfeløgum (les meira um hesar í vinstra bredda).
Uppgávan hjá Yrkisútbúgvingarráðnum er strategisk og skal ráðið ráðgeva landsstýrismanninum í øllum viðurskiftum, sum hava við yrkisútbúgvingarøkið at gera, ímeðan Yrkisnevndin hevur ábyrgdina av øllum viðurskiftum, sum hava við umsitingina av lærlingaøkinum at gera.
Yrkisútbúgvingarráðið, Yrkisnevndin og Yrkisdepilin hava í felag orðað eina visión fyri yrkisútbúgvingarøkið, sum eyðmerkir, hvussu partarnir arbeiða við yrkisútbúgvingarøkinum og lýsir ynskini, sum partarnir hava um hvussu yrkisútbúgvingarøkið framhaldandi skal mennast.
Visiónin verður sostatt støðugt havd fyri eygað og brúkt sum mið í arbeiðinum, sum Yrkisútbúgvingarráðið, Yrkisnevndin og Yrkisdepilin gera.