Útbúgvingarlongd: 2 ár 6 mánaðir
Skúlagongd: Danmark. Høvuðsskeið: 7-11 vikur, býtt upp í styttri skúlaskeið
Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt ella FHS: 2 ár
Útbúgvingarlongd við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt: 2 ár og 5 vikur online-skeið
Útbúgvingarlongd uttan miðnám: 2 ár og 6 mðr, íroknað 20 vikur online-skeið, sum svarar til grundskeið (GF2)
Sergreinar: Handilsfólk, søla (bransja/profil: auto, vvs, stål, el, træ og byggematerialer, værktøj og værktøjsmaskiner, landbrugsmaskiner og storkunder), innkeypsatstøðingur, logistikkatstøðingur, ella talgildur handil B2B
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Samverk
Eftir lokna útbúgving: Lærubræv
Tá ið tú tekur hesa útbúgvingina, lærir tú hjá einari fyritøku, ið handlar við aðrar fyritøkur.
Tú lærir, hvussu víðari søla av vørum og tænastum kann gerast, so at tú gevur fyritøkuni vinning. Tú lærir at heinta inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vørur í passandi mongdum.
Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd, sum fyri hesa útbúgvingina fer fram á donskum skúla. Í yvirlitinum niðanfyri sæst, hvørjum donskum skúlum føroyskir lærlingar hava gingið á seinastu árini.
Til ber at kanna, um aðrir danskir skúlar bjóða hesa útbúgvingina, sí danskar skúlar her.
Í skúla/7 fak
Í skúla
Í skúla
Í Skúla
Yrkisroynd
Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.
Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.
Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.
Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.
Tað eru tvær inngongdir til eina útbúgving sum skrivstovufólk. Tú kanst
Til ber at taka miðnámsútbúgving (gymnasiala útbúgving) uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara. Sí upplýsingar um longd á útbúgving ovast á hesari síðuni, um tú hevur eina gymnasiala útbúgving, áðrenn læran byrjar.
Inngongd við lærusáttmála:
Ynskir tú at gera lærusáttmála beinan vegin, heitir tú á arbeiðsgevara í yrkinum, um at gera sáttmála tykkara millum. Tá bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir treytunum í lærusáttmálanum, sum td. at tú arbeiðir 8-16 hvønn dag og annars livir upp til skildurnar í lærusáttmálanum.
Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt í lógarverkinum, so at tú hevur nomið tær førleikamálini, sum eru lýst í útbúgvingarkunngerðini og verður før/ur fyri at standa útbúgvingina og yrkisroyndina.
Gerst tú lærusáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið. Nógvir lærumeistarar ynskja, at tú hevur tikið part av skúlagongdini áðrenn tú byrjar í læru.
Inngongd uttan lærusáttmála:
Til ber at fara undir eina yrkisútbúgving sum handilsfólk beinleiðis eftir 9. flokk. Eisini kanst tú byrja eina yrkisútbúgving við miðnámsprógvi, sum styttir um útgvingina, sí yvirlit ovast.
Søkir tú beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála, skal søkjast innan umsóknarfreistina hjá skúlunum. Vanliga liggur freistin um hálvan mars. Skúlarnir gera á hvørjum ári vart við, tá klárt er at søkja.
Útbúgvingarnar á miðnámsskúlunum byrja vanliga í august á hvørjum ári.
Tá tú hevur tikið EUX-partin av útbúgvingini, slepst ikki víðari, uttan at tú gerst lærusáttmála við eitt arbeiðspláss.
Skúlagongdin, ið hoyrir til útbúgvingina er í Danmark. Tað merkir, at alt lógarverkið, ið lýsir, hvat útbúgvingin inniheldur, er gjørd av donskum myndugleikum.
Hevur tú hug at lesa meira um útbúgvingina, ber til at leita sær meira vitan við at vitja www.ug.dk og leita eftir "Handelsassistent" ella við at trýsta á leinkjuna ovarliga til høgru.
Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.
Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála og fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.
Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.
Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, um tú hevur:
Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.
Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.
Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.
Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum
Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.
Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.
Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.
Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.
Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:
Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.
Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss".
Av tí at skúlagongdin er í Danmark, er hon lýst í donskum lógarverki. Fyri neyvari upplýsningar sí www.ug.dk og leita eftir "Detailhandel", ella sí leinkju í høgra bredda.
Í lærlingaútbúgvingunum innan handil og sølu, har læran er í Føroyum og skúlagongdin á donskum skúla, er FHS ikki kravt. Í staðin skal lærlingurin taka eitt grundskeið á 20 vikur við ymiskum handilsfakum (grundskeiðið) og síðan fleiri smærri skúlaskeið seinni í útbúgvingini (høvuðsskeiðið).
Innihaldið í teimum 20 vikunum eru 5 fak á C-stigi, umframt eitt útbúgvingarspecifikt fak. Tey 5 fakini eru: Danskt C, Enskt C, Sølubúskapur C, Virkisbúskapur C, Kunningartøkni C og eitt útbúgvingarspecifikt fak.
Hevur lærlingurin lokið aðrar miðnámsútbúgvingar frammanundan, ber til at fáa stytting:
Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt fæst at vita, tá lærlingurin er tilmeldað/ur danska skúlan.
Donsku skúlarnir kunnu gera eina førleikameting (realkompetencevurdering, stytt RKV) av lærlingum, og um skúlin metir, at lærutíðin skal styttast, kanst tú senda eina umsókn um stytting til Yrkisdepilin/Yrkisnevndina.
Royn amboðið her, sum kann geva tær eina ábending um, hvussu nógva stytting tú kanst fáa.
GG: Amboðið er vegleiðandi, og í síðsta enda er tað Yrkisdepilin, sum ásetur lærutíðina.
Allir danskir yrkisskúlar hava eitt skúlaheim, har føroyskir lærlingar kunnu búgva, tá teir fara til Danmarkar í skúla.
Í tilmeldingarblaðnum til danskan yrkisskúla, kann læruplássið søkja um pláss á skúlaheimi.
Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.
Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.
Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. Endurgjaldið, ið lærumeistarin kann søkja Yrkisdepilin um at fáa endurrindað ígjøgnum lærutíðina, verður roknað av lærlingalønini og ikki av faktisku lønini, ið arbeiðsgevari rindar.
Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru altíð at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.
Tá ið tú ert liðug/ur við útbúgvingina kanst tú arbeiða sum handilsfólk, stovna egnu fyritøku ella fara undir framhaldandi lesnað.
Yrkisútbúgvingin gevur beinleiðis atgongd til víðari lestur á hægri nám. Les meira á Glasir, sí her
Heldur tú fram at lesa, kann verða neyðugt at hava ávís fak á miðnámsstigi, áðrenn tú kanst lesa víðari.
Verður uppdaterað sjálvvirkandi vikuliga
Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.