Sambært § 26, stk. 1 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum, hava yrkisnevndirnar samtykt hesa felags reglugerð um góðkenning av læruplássum:
§ 1. Góðkenning av virki sum lærupláss verður gjørd út frá meting, um virki er ført fyri at lúka tær treytir fyri verkligu læruna, sum eru ásettar í einstøku útbúgvingarkunngerðunum.
Stk. 2. Viðkomandi yrkisnevnd kann sambært § 23, stk. 2, pkt. 4 og § 25, stk. 2 í lógini kanna læruplássviðurskiftini, um hon heldur tørv vera á tí.
§ 2. Fyri at tryggja, at eitt virki kann lúka treytirnar sum lærupláss, eigur yrkisnevndin í metingum sínum at leggja dent á:
1. At yrkislært fólk við samsvarandi útbúgving og minst 3 ára arbeiðsroyndum, sum kann standa fyri upplæringini, er á staðnum ella er tøkt fulla tíð.
2. At virki javnan fremur allar ella tær týdningmestu arbeiðsuppgávurnar, sum hoyra til viðkomandi yrkisgrein.
3. At virki hevur ta útgerð, sum er neyðug fyri at kunna útinna arbeiðsuppgávurnar sambært pkt. 2.
4. At virki lýkur treytirnar um arbeiðsumhvørvi, sum eru ásettar í lógum og reglum.
§ 3. Virki, sum er góðkent sum lærupláss, má ikki hava fleiri lærlingar í læru enn at tað kann geva lærlingunum fult nøktandi upplæring og umstøður.
Stk. 2. Virki skal ikki at hava fleiri enn 1 lærling meiri enn svarandi til talið av yrkislærdum innan viðkomandi yrki á staðnum.
Stk. 3. Um so er, at bert 1 yrkislærdur er á góðkendum læruplássi, kann næsti lærlingur setast í læru, tá fyrst setti lærlingur er komin í minsta lagi hálvvegis við útbúgving síni.
§ 4. Um eitt virki ikki í fullan mun lýkur treytirnar í § 2, pkt. 1-4 fyri góðkenning av læruplássi, kann góðkenningin verða treytað av, at partur av læruni kann fara fram á øðrum góðkendum læruplássi (útisetavirki).
§ 5. Yrkisnevndin kann, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, veita virki, sum á onkran hátt lýkur treytirnar ella partar av treytunum fyri læruplássgóðkenning, fyribils góðkenning at taka lærling í læru.
§ 6. Góðkenning av virki sum lærupláss verður latin fyri eitt 5 ára skeið, men kann góðkenning takast upp til nýggja viðgerð.
Stk. 2. Góðkenning av læruplássi kann takast aftur, um avgerandi fyritreytir fyri góðkenningini sambært stk. 1 detta burtur.
Stk. 3. Um broytingar henda á læruplássinum eftir at góðkenning er latin, sum kunnu ávirka upplæringarumstøðurnar, samanber § 2, pkt. 1-4, hevur lærupláss skyldu til at boða viðkomandi yrkisnevnd frá hesum.
§ 7. Umsókn um læruplássgóðkenning skal skrivast á oyðublað, sum fæst frá Yrkisdeplinum.
Stk. 2. Yrkisnevndin fyri viðkomandi yrki samtykkir reglur og mannagongdir fyri, hvussu góðkenningin skal fara fram, herundir um sýnsmeting, brúk av kekklistum og øðrum góðkenningartilfari.
§ 8. Avgerðir, sum yrkisnevndirnar taka sambært hesi reglugerð, kunnu leggjast fyri eina kærunevnd, samanber § 23, stk. 5 í lógini.
§ 9. Henda reglugerð hevur gildi frá 4. mai 2006. Samstundis fer reglugerðin frá 1. september 2000 úr gildi.