Kærumøguleikar

Møguleiki er fyri at kæra úrskurðin hjá Yrkisnevndini til Kærunevndina og at leggja ósemjur um sáttmálaviðurskifti fyri Sáttmálanevndina. 

 

Kærast kann t.d. um:

  • Ósemjur millum lærlingar og lærupláss
  • Próvtøkur í almennum lærugreinum
  • Yrkis- og sveinaroyndir
  • Avgerðir tiknar av yrkisnevndini
  • Fyrisitingarligar avgerðir tiknar av leiðara á útbúgvingarstovni

 

Hvør er kærufreistin? Og hvør viðger kærurnar?
Ósemjur millum lærling og lærupláss kunnu kærast til Sáttmálanevndina. Kravið er, at talan er um galdandi sáttmála - tvs. at ikki ber til at kæra sáttmála, sum er útgingin ella uppsagdur. 

  • Próvtøkur í almennum lærugreinum kunnu kærast til leiðara útbúgvingarstovnsins. Kæran skal vera útbúgvingarleiðaranum í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at próvtøkuúrslitið er kunngjørt próvtakaranum
  • Yrkis- og sveinaroyndir kunnu kærast til Yrkisnevndina í seinasta lagi 8 dagar eftir royndina
  • Avgerðir tiknar av Yrkisnevndini kunnu kærast til Kærunevndina. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin hevur móttikið avgerðina frá Yrkisnevndini
  • Fyrisitingarligar avgerðir hjá útbúgvingarleiðara kunnu kærast til Barna- og útbúgvingarmálaráðið í seinasta lagi 4 vikur eftir, at lærlingurin/næmingurin hevur móttikið avgerðina: bumr@bumr.fo
  • Fyrisitingarligar avgerðir hjá Yrkisdeplinum kunnu kærast til Barna- og útbúgvingarmálaráðið: bumr@bumr.fo

 

Hvussu verður kært?
Kærur til Sáttmálanevndina og til Kærunevndina skulu stílast til Yrkisdepilin: yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.

Kærur til Barna- og útbúgvingarmálaráðið skulu stílast til Barna- og útbúgvingarmálaráðið: bumr@bumr.fo

Nærri kunning um kærumøguleikar er at finna í galdandi kunngerðum. Eitt nú hvat kærast kann um, hvussu kæran skal viðgerast, og hvat hon skal innihalda.

Sáttmálnevndin: Kunngerð viðvíkjandi ósemjum millum lærling og lærupláss

Kærunevndin: Kunngerð um kærur av avgerðum tiknar av yrkisnevndini 

Annað: Kunngerð um kærur av avgerðum tiknar av leiðara útbúgvingarstovnsins, og kærur um próvtøkur, yrkis- og sveinaroyndir (serliga er talan um kap. 19)