Upptøkukrøv: Miðnám
Skeiðslongd: 5 vikur
Skúlagongd: Online
Eftir lokið skeið: Staðið tríggjar lærugreinar
Fert tú í læru innan handil og skrivstovu og skalt taka skúlagongdina í Danmark, men hevur aðra miðnámsútbúgving enn búskaparbreyt, er neyðugt at taka tríggjar einstakar lærugreinar afturat.
Hesar tríggjar lærugreinar kunnu takast á einum online-skeiði, sum tekur fimm vikur.
GG! Online-skeiðið skal vera staðið áðrenn tríggir mánaðir eru farnir av lærutíðini.
Onlineskeið fyri lærlingar, sum taka høvuðsskeiðið í Føroyum:
Fert tú í læru innan sølu og skrivstovu við føroyskari skúlagongd, so er ein møguleiki at taka tríggjar av lærugreinunum (Kunningartøkni C, Virkisbúskap C og vinnurættaðu) sum eitt 5 vikur online-skeið.
Tann fjórða lærugreinin, sølubúskap C skal takast á einum miðnámsskúla í Føroyum.
Nærri kunning fæst niðanfyri.
Lærlingur, sum hevur annað miðnámsprógv enn búskaparbreyt, skal taka hesar lærugreinarnar í lærutíðini:
Við danskari skúlagongd
Handil og søla:
Skrivstova:
* Verður ásett eftir hvat tú lesur – skúlin kunnar nærri
Við føroyskari skúlagongd
Sølufólk:
Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting:
Fylg leinkið við at trýsta á navn skúlans. Har eru fleiri skúlar at velja í.
Ein sum bjóðar 5 vikur online-skeið er EUC Online
Tað er lættast um tú hevur danskt cpr-nummar
Tá ið meldað verður til, er umráðandi at velja røttu leiðina (detail, handel ella kontor).
Handel: Handilsfólk og logistikkatstøðingur
Detail: Sølufólk og blómubindari
Kontor: Øll skrivstovuyrkini
Ja. Talan er um fulltíðarlestur í 5 vikur, og við lærusáttmála hevur tú frí frá arbeiði hetta tíðarskeiðið og hevur rætt til lærlingarløn.
Læruplássið hevur rætt til at fáa 60 % av lønini endurrindaða við at søkja Yrkisdepilin um hetta í seinasta lagi átta vikur eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði.
Tað ber eisini til at taka skeiðið sum lesandi uttan lærusáttmála.
Ein føroyingur, ið hevur tikið 5 vikur online-skúlaskeið, greiðir soleiðis frá:
Tá ið tú ert skrásett/ur til skúlaskeiðið, fært tú ein teldupost við upplýsingum um hvussu tú kanst rita inn á eina felags síðu. Hendan síðan er snúningspunktið í skúlaskeiðnum, tí her fært tú greitt yvirlit yvir hvat tú skalt lesa og nær tú skalt upp í roynd, umframt aðrar viðkomandi upplýsingar og samskifti við læraran.
Undirvísing er í 1-2 tímar einaferð um vikuna. Har kanst tú seta spurningar um tað, sum tú hevur lisið, ella fáa tað gjøllari lýst frá læraranum. Gev tó gætur, at talan er um eina skjóta gjøgnumgongd, og at tað er tín egna ábyrgd at hava lisið væl uppá. Av tí at talan er um eitt snarskeið, kann tað stundum vera nógv at lesa.
Tað er vanligt við bólkaarbeiði, har bólkarnir fáa eina skrivliga uppgávu fyri um vikuna. Hendan uppgávan skal eisini leggjast fram. Tað er hugaligari, at arbeiðið kann býtast ímillum fleiri í bólkinum, men tað er tó framvegis eins egna ábyrgd at seta seg inn í alt – eisini tann partin, sum hini í bólkinum hava átikið sær.
Skeiðið endar við einari próvtøku, har tú kanst koma upp í øllum evnunum, sum tú hevur lisið um tær fimm vikurnar. Tað er eingin fyrireikingartíð, og tú fært einki próvtal – bara eitt svar upp á um tú hevur staðið ella ikki staðið. Tó fært tú eitt próvtal fyri hvørja lærugreinina sær, mett yvir allar fimm vikurnar.