Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: Føroyar/Danmark (1. og 2. skúlaskeið kunnu møguliga takast á Glasir)
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Handverkarafeløgini
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Útbúgvingarheitir: fyrr eisini "rustfastur kleinsmiður"
Tú lærir at sveisa, bora, skera og sum heild viðgera rustfrítt tilfar, og tú fert eitt nú at framleiða kassar og rørskipanir úr rustfríum tilfari.
Undir útbúgvingini tekur tú eisini prógv í sveising.
1. skeið
20 vikur
2. skeið
20 vikur
3. skeið
10 vikur
Sveinaroynd
5 vikur
Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.
Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.
Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.
Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.
Tað eru tvær inngongdir til útbúgvingina. Tú kanst antin:
Til ber at taka 1. og 2. skúlaskeið (grundforløb 1 og 2) uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara, um tú ynskir at læra í Føroyum. Hevur tú tikið skúlagongdina, áðrenn tú gert sáttmála við lærumeistara, verður samlaða sáttmálatíðin stytt við 40 vikunum fyri 1. og 2. skúlaskeið.
Inngongd við sáttmála:
Ynskir tú at gera sáttmála beinanvegin, heitir tú á arbeiðsgevara í yrkinum, um at gera sáttmála tykkara millum. Tá bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir treytunum í sáttmálanum, sum td. at tú arbeiðir 8-16 hvønn dag og annars livir upp til skildurnar í sáttmálanum.
Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt, so at tú hevur nomið tær førleikamálini, sum eru lýst í útbúgvingarkunngerðini og verður før/ur fyri at standa útbúgvingina og sveinaroyndina áðrenn lærutíðin er av.
Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið.
Inngongd uttan sáttmála:
Til ber at fara undir eina yrkisútbúgving beinleiðis eftir 9. flokk. Av tí at skúlagongdin til útbúgvingina er í Danmark, kanst tú kunna teg meira um útbúgvingina á www.ug.dk.
Ert tú longu knýtt/ur at einum føroyskum skúla, kanst tú seta teg í samband við ein vegleiðara á skúlanum.
Ert tú ikki knýttur at einum skúla, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna, www.vegleiðingarstovan.fo.
Útbúgvingarkunngerðin fyri rustfastan fínstálsmið sigur, at førleikarnir lærlingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru innan hesi øki:
1) Ástøði. Grundleggjandi teoretisk vitan, sum styðjar undir verkligt arbeiðið.
2) Tilfarslæra. Grundleggjandi vitan um ymisk sløg av stáli, rustfrítt stál, aluminium kopar, bronsa, nylon v.m.
3) Amboð og Maskinur. Góða vitan um hondamboð og maskinur.
4) Uppmerking. Máting, mátiamboð og uppmerking. Góðskutrygging.
5) Tilskering og tilevning. Mekanisk og termisk skering, dreying og fresing, sveising og lodding v.m.
6) Keldur. At finna t.d. galdandi normar á skrift ella teldu.
7) Tekning. Faktekning við hond og við teldu.
8) Umhvørvi og persónlig trygd. Rudding og trygd eftir reglum. Fakligar reglur, brand og fyrstahjálp.
9) Skjalføring. Frágreiðing. Kundatænasta.
10) Verk. Grundleggjandi hegni sum breiður smiður.
Førleikarnir til sergreinina rustfríur fínstálsmiður eru hesir:
1) at leggja til rættis og gera minni skap í plátuprofilum, rørprofilum og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslutilgongd, umvælingartilgongd og viðlíkahaldstilgongd,
2) at leggja til rættis og gera einfaldar uppgávur við hondstýrdum og maskinellum arbeiðshættum,
3) at gera tilskeringar, og evna til rættarskurð, skráarskurð og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir til galdandi standardir,
4) at fremja samlingar í eini framleiðsluætlan við atliti at galdandi standardum,
5) at montera og demontera lutir, maskinur og installatiónir,
6) at viðlíkahalda framleiðslutól,
7) at gera eftirlitsmátingar við atliti til givnar standardir,
8) at leggja til rættis og gera samansettar framleiðslu uppgávur í rustfríðum stáli, til hetta hoyrir eisini CAD forritan og brúk av CNC stýrdum maskinum,
9) at velja út og fremja egnaðar arbeiðshættir til at skera og forma skurð í plátur, rør og tvørskurðir við atliti at galdandi standardum,
10) at velja út og fremja egnaðar samankomingarhættir av rustfríum tilfari,
11) at leggja til rættis og fremja samansetingar av forgreiningum og bukkingum í rørum í rustføstum stáli við atliti at galdandi standardum, og
12) at velja út egnaðar eftirviðgerðir og fremja yvirflatu og eftirviðgerð av rustføstum stáltilfari við atliti at galdandi standardum
Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.
Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.
Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.
Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, at tú:
Hevur hug at fáast við stál á verkstaði og hjá kundum
Ert væl fyri, tí starvið umfatar at lyfta tungt
Ert arbeiðssam/ur og handalig/ur
Hevur eyga fyri at skapa
Dugir at lesa vegleiðingar og arbeiðstekningar
Dugir væl støddfrøði
Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.
Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.
Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.
Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.
Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.
Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.
Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.
Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.
Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:
Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.
Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss".
Skúlagongdin er 55 vikur íalt, íroknað sveinaroyndarskeið
Tær fyrstu 30 vikurnar eru á Glasir, deilt í 2 skúlaskeið og 15 vikur skulu takast á donskum yrkisskúla. Nærri kunning um lærugreinar og tímatal er at finna í námskipanini her
Allir danskir yrkisskúlar hava eitt skúlaheim, har føroyskir lærlingar kunnu búgva, tá teir fara til Danmarkar í skúla.
Í tilmeldingarblaðnum til danskan yrkisskúla, kann læruplássið søkja um pláss á skúlaheimi.
Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.
Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.
Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. Endurgjaldið, ið lærumeistarin kann søkja Yrkisdepilin um at fáa endurrindað ígjøgnum lærutíðina, verður roknað av lærlingalønini og ikki av faktisku lønini, ið arbeiðsgevari rindar.
Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru altíð at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.
Ert tú í læru á einum almennum stovni, ert tú lønt/ur eftir sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið. Lønartalvan er at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum undir Lønardeildini: www.fmr.fo.
Tá ið tú ert liðug/ur við útbúgvingina kanst tú arbeiða í yrkinum, stovna egna fyritøku ella fara undir framhaldslesnað. Heldur tú fram við lesnaðinum, kann verða neyðugt at taka ávís fak á miðnámsstigi, áðrenn tú kanst lesa víðari.
Ynskir tú at vita meira neyvt, hvørji krøvini til víðari lestur eru, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna, www.vegleiðingarstovan.fo, ein av vegleiðarunum á miðnámsskúlunum ella skúlan tú umhugsar at søkja inn á, fyri at fáa neyvt svar.
Verður uppdaterað sjálvvirkandi vikuliga
Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.