28/06/2021

Virki lýsa eftir lærlingi

Nú kunnu virkir, sum lýsa eftir lærlingi, sjálv skráseta eina lýsing inni á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum.

Hetta fer at lætta munandi um  arbeiðið at lýsa eftir lærlingum, samstundis sum møguleikarnir fyri feilum ella misskiljingum verður avmarkaður.

Eisini er heimasíðan hjá Yrkisdeplinum við hesi tænastu til føroysk virkir vorðin eitt meira viðkomandi stað hjá bæði virkjum og lærlingum at leita sær upplýsingar á, og við tíðini verður henda tænasta styrkt, so hvørt fleiri varnast møguleikan og gera nýtslu av honum.

Øll virki í Føroyum, sum eru góðkend lærupláss, kunnu nú leita inn á heimasíðuna hjá Yrkisdeplinum á hesum leinki, og sjálv fylla út eina lýsing eftir tí rætta lærlinginum.

Virki lýsa eftir lærlingi