Hvørt talan er um útbúgving, arbeiðsmarknað ella okkurt heilt annað, so er nú møguleiki hjá øllum føroyingum at fáa lívlanga vegleiðing frá Vegleiðingarstovuni.
Vegleiðingarstovan er í hesum døgum á ferð kring landið, so at fólk fáa møguleikan at tosa við ein vegleiðara, andlit til andlits. Mangan er best at hitta vegleiðaran, tí úr samrøðuni spretta nýggj hugskot og møguleikar, og soleiðis ber til hjá tí einstaka at fáa sum mest burtur úr vegleiðingini.
Alment um lívlanga vegleiðing
Útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðurin broytist støðugt og tykist mangan sera fløktur. Tí er sera umráðandi at lívlong vegleiðing er fyri øll í Føroyum. Endamálið við lívlangari vegleiðing er, at vegleiða fólki í øllum aldri at menna seg.
Lívlong vegleiðing hevur týdning fyri lívsvirðið hjá borgaranum. Tað er neyðugt at kunna leita sær vegleiðing og fáa svar upp á spurningar og ivamál í sambandi við lesnað, broytta arbeiðsleið, førleikamenning ella val av lívsleið.
Lívlong vegleiðing kann eisini hava gagnliga ávirkan á búskapin í samfelagnum.
Nógv fara gjøgnum útbúgvingarskipanina og út á arbeiðsmarknaðin á sjálvstøðugan hátt, meðan onnur hava tørv á at tosa við ein vegleiðara, tá tey skulu velja.
Vitja Vegleiðingarstovuna
Nú Vegleiðingarstovan er sett á stovn, kunnu øll í Føroyum fáa javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan útbúgvingar-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Á Vegleiðingarstovuni eru fólk vælkomin inn á gólvið at tosa um teirra útbúgvingar- og starvsmøguleikar við øllum tí, sum tað inniber. Eisini ber til at ringja ella senda ein teldupost.
Vegleiðing á netinum
Vegleiðingarstovan er í holt við at menna e-Vegleiðing, sum er ein skipan, har fólk kunnu ringja, skriva ella kjatta við ein vegleiðara á Vegleiðingarstovuni. So skjótt, sum hendan skipan er virkin, kunna vit um tað.
Øll øki umboðað
Øll útbúgvingarøki eru umboðaði á Vegleiðingarstovuni. Tí er altíð møguleiki fyri dygdargóðari vegleiðing – og vit vita, hvønn vit skulu seta okkum í samband við fyri at fáa besta svarið upp á spurningar og ivamál.
Til ber at ringja til Vegleiðingarstovuna og fáa meira at vita á telefon 555090 ella við at senda teldupost til spyrbara@studni.fo.