Síðan búskaparkreppuna í 2008, tá talið á nýggjum lærlingum minkaði úr 328 niður í 173 í 2009, er talið vaksið støðugt at kalla øll árini.
Góðu tíðirnar hetta seinasta 10 ára skeiðið hava havt við sær eina støðuga menning av tilgongdini av nýggjum lærlingum.
Undan kreppuni í 2008 vóru rættiliga stór sveiggj at síggja í tilgongdini av nýggjum lærlingum. Í 2001 vórðu t.d. 129 nýggir lærusáttmálar gjørdir, í 2005 vórðu teir 242 í tali og í 2007 vóru teir 416, fyri síðan at lækka niður í 173 í 2009.
Síðan 2010 hevur talan verið um ein støðugan og javnari vøkstur í talinum av nýggjum lærusáttmálum innan føroysku yrkisútbúgvingarskipanina.
Í 2019 vórðu íalt 380 nýggir lærusáttmálar undirskrivaðir, sum er tað hægsta talið síðan 2007. Til samans eru 5305 lærusáttmálar gjørdir tey 19 árini síðan 2001.