Partarnir á arbeiðsmarknaðinum og landsstýrið hava skrivað undir eina søguliga og slóðbrótandi avtalu um yrkisútbúgvingarøkið.
Allir teir tríggir partarnir, talan er um, eru umboðaðir í Yrkisútbúgvingarráðnum, har Alfred Petersen er formaður.
Yrkisútbúgvingarráðið hevur havt ein týðandi leiklut í at fyrireika trípartasamstarvið, sum endalig semja fekst um mánadagin 24. juni 2019.
Partarnir, sum eru fevndir av avtaluni og hava undirskrivað eru Føroya landsstýri, Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Landsfelag Handverkaranna/Føroya Handverkarafelag/Starvsmannafelagið.
Tað er Aksel V. Johannesen løgmaður, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum.
Hann sigur, at hetta er eitt veruligt nýbrot, sum nú er hent á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Skal føroyski arbeiðsmarknaðurin framhaldandi mennast, mugu politiska skipanin, arbeiðsgevarar og fakfeløg tosa saman og semjast um mál, ið hava felags áhuga.
Løgmaður vónar, at henda trípartasemja um yrkisútbúgvingarøkið fer at leggja lunnar undir fleiri samstørv á øðrum økjum.
Semjan, sum nú er gjørd, snýr seg í stóran mun um at byrgja fyri teimum stóru búskaparsveiggjunum, sum gera um seg við jøvnum millumbilum í føroyska samfelagnum. Búskaparligu sveiggini hava ta óhepnu avleiðing við sær, at arbeiðsmarknaðurin gerst sárbærur og viðbrekin. Tað hevur m.a. við sær, at virkini aftra seg við at taka ímóti lærlingum, sum aftur er við til at gera arbeiðsmarknaðin enn veikari.
Ein útjavnandi skipan, sum nýggja trípartasemjan fevnir um, skal gera tilgongdina av lærlingum støðugari í framtíðini, eisini tá stíggjur er í búskapinum, og tá virksemið í vinnuni gerst minni. Avtalan ber m.a. við sær, at tá ið lærlingatalið í einum ári fer niður um 300, skulu partarnir í felag seta serlig tiltøk í verk fyri at tryggja, at nóg nógv fáa sær yrkisútbúgving.
Marita Rasmussen stjóri í Vinnuhúsinum vísti á, at tað leingi hevur verið ein stór avbjóðing í byggivinnuni at fáa lærlingar, tá lágkonjukturur er í samfelagnum. Tað fer at gagna byggivinnuni og styrkja hana munandi, nú tryggjað verður støðugari tilgongd av lærlingum.
Suni Simonsen formaður í Føroya Handverkarafelag fegnaðist um tað góða samstarvið millum partarnar og undirtøkuna fyri semjuni, sum eisini fer at geva lærlingum eitt breiðari útbúgvingartilboð, nú handverksútbúgvingar eisini verða bodnar út sum gymnasialar útbúgvingar.
Trípartasemjan millum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini fevnir m.a. um:
Partarnir hava avtalað, at næsta trípartasamráðing eftir ætlan verður seinni í ár. Tá fara landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgini at hyggja nærri um tað ber til at finna eitt felags stev um vaksnamannalæru.