Dagarnar 17.-19. september skipar Yrkisdepilin fyri skeiði í førleikameting fyri starvsfólki innan yrkisútbúgvingarnar og í vinnuni.
Sjóneykan verður sett á einstaklingin, sum skal ígjøgnum eina førleikametingartilgongd, og luttakararnir fáa høvi at vísa í verki, hvussu ein slík tilgongd kann verða skipað. Í hesum sambandi er umráðandi, at starvsfólk, ið fáast við førleikameting, bæði í umsiting, undirvísing og á arbeiðsplássum, duga at leiðbeina og svara spurningum frá tí einstaka, ið vil førleikametast.
Skeiðsluttakararnir fáa eisini høvi til at umrøða og viðgera, hvussu ein føroysk førleikametingarskipan skal síggja út, og hvussu hon kann verða ment.
Royndir skeiðsleiðarar
Skeiðsleiðarar verða Fjóla María Lárusdóttir og Haukur Harðarson úr Íslandi, og Anni Karttunen úr Finnlandi. Tey hava øll trý verið í Føroyum áður, har tey hava tikið lut á ráðstevnum og havt framløgur. Tey hava servitan innan førleikameting og vegleiðing, og eru øll limir í valideringsnetverkinum hjá NVL.
Skeiðið verður hildið í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J.H. Schrøtersgøtu í Havn, og byrjar kl. 9 mánamorgunin 17. September.