22/01/2021

Norðurlendskt samstarv um vaksnamannalæring

NVL er netverksfelagsskapur undir norðurlendska ráðharraráðnum, ið arbeiðir við vaksnamannalæring. NVL stendur fyri “Nordisk Netværk for Voksnes Læring”

Í NVL eru níggju ymisk netverk (januar 2021), ið arbeiða við hvør sínum høvuðsøki innan vaksnamannalæring. Føroyar eru við í fýra av hesum netverkum.

Netverkini í NVL arbeiða við ymiskum uppgávum, eitt nú vegleiðing, førleikameting, burðardyggari menning, førleikamenning av teimum, sum undirvísa vaksnum, førleikamenning og læring á arbeiðsplássum, talgildu menningini o.s.fr.

Føroyar hava verið við síðan byrjan í 2005

Føroyar hava tikið lut í NVL samstarvinum síðan byrjan í 2005, og vit hava umboð í fýra av teimum níggju netverkum í NVL. Væntandi verða vit eisini umboðað í nýggja netverkinum nvl digital, sum fer til verka fyrsta dagin.

Tey ymisku netverkini kunnu seta sjálvstøðugar arbeiðsbólkar at arbeiða við meira nágreinaðum evnum. T.d. er ein bólkur undir vegleiðingarnetverkinum, ið arbeiðir við kunningartøkni og vegleiðing. Hesin bólkur er burtuav mannaður við umboðum úr Føroyum, Álandi og Grønlandi. Eina ferð um árið verður skipað fyri sonevndum samtalufundum millum hesi londini

Luttøkan skal vera viðkomandi og hava týdning

Høvuðsnetverkini í NVL eru tey, sum arbeiða við vegleiðing og førleikameting. Føroyar eru við í hesum báðum netverkunum, umframt einum netverki, sum arbeiðir við málmenning hjá teimum, sum ikki hava eitt norðurlandamál, sum móðurmál. Eitt annað netverk arbeiðir við førleikamenning av starvsfólki, ið starvast við vaksnamannalæring. Netverkið arbeiðir, eins og hini netverkini í NVL, við ymiskum verkætlanum. Føroyar eru við í einari av hesum verkætlanum, har tað snýr seg um at gera royndir og savna ítøkiliga vitan um, hvussu læring fer fram á arbeiðsplássum, og hvussu henda vitan kann verða brúkt í framhaldandi førleikamenning av teimum, sum undirvísa og starvast við vaksnamannalæring.

Føroyska luttøkan í NVL samstarvinum er málrættað til tey netverkini, sum hava mest týdning og eru mest viðkomandi fyri okkum. Endamálið er at læra av hvørjum øðrum og menna nýggjar arbeiðshættir og nýggja vitan við støði í teimum norðurlendsku samfeløgunum og teirra serligu avbjóðingum.

Spreiða vitan um norðurlendska praksis

Í Føroyum er endamálið við samstarvinum í NVL, at vit spreiða vitan um norðurlendska praksis út til tey, sum í Føroyum arbeiða innan hesi øki, og á tann hátt vera við til at menna føroyska praksis innan vaksnamannalæring.

Netverkini í NVL eru hesi: Alfaráðið, Fongsulsnetverkið, Grundleggjandi førleikar, Burðardygg menning, Førleikamenning av teimum, sum starvast við vaksnamannalæring, Førleikamenning í og fyri arbeiðslívið, Vegleiðingarnetverkið, Valideringsnetverkið og nvl-digital.

Alt tað, sum netverkini arbeiða við og hava arbeitt við gjøgnum árini, verður nágreiniliga kunnað um á heimasíðuni hjá NVL, http://www.nvl.org, har eisini allar frágreiðingar, tilmæli og verkætlanir eru at finna. Talan er um virðismikið og umfatandi tilfar, sum kann verða brúkt bæði vegleiðandi, kunnandi og til íblástur hjá teimum, ið arbeiða við ella hava áhuga fyri vaksnamannalæring í breiðastu merking.

Norðurlendskt samstarv um vaksnamannalæring