28/04/2022

Metnógv fara í læru

Fleiri og fleiri fara í holt við at fáa sær eina yrkisútbúgving í Føroyum. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Yrkisdeplinum, sum varðar av lærusáttmálunum ímillum lærupláss og lærlingar innan yrkisútbúgvingar í Føroyum.

Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu 137 nýggir lærusáttmálar skrásettir, og hetta er nýtt met. Talan er um eina lítla hækking frá sama tíðarskeiði í fjør, tá 124 nýggir lærusáttmálar vórðu gjørdir, og samanumtikið hevur ein hækking verið á hvørjum ári síðani 2018, tá ið 100 nýggir lærusáttmálar vórðu gjørdir fyrsta ársfjórðing.

Síðstu fýra árini eru lærlingar serliga farnir í læru sum sølufólk og húsasmiðir, men fyribils hagtølini fyri 2022 vísa, at tað í løtuni er serliga væl umtókt at fara í læru sum maskinsmiður og elektrikari. Hesi yrkini hava saman við skrivstovuyrkinum verið ímillum fimm tey best umtóktu síðstu fýra árini, og tilsamans eru árliga umleið 70% av øllum nýggjum lærusáttmálum innan hesi fimm yrki. Her kann leggjast afturat, at nógvar sergreinar eru undir yrkinum skrivstova, handil og tænasta.

Av størru yrkjunum eru tað serliga bakari, hárfríðkari og snikkari, sum eru minkað nógv síðstu árini, meðan kokkur, móttøkufólk, elektrikari og kt-supportari hinvegin eru vaksin nógv.

Hagtølini vísa, at serliga maskinsmiðir eru ungir, tá ið teir fara í læru. Síðstu fimm árini hava maskinsmiðir verið í miðal 18,42 ára gamlir, tá ið teir eru farnir í læru, meðan tey, sum fara í skrivstovulæru, byrja nakað væl seinni. Tey eru í miðal 27,3 ára gomul, tá ið tey byrja í læru.

Fullfíggjaðu hagtølini síggjast á leinkjuni her: Hagtøl (yrkisdepilin.fo)

 

Nýggir lærusáttmálar - fyrstu ársfjórðingar síðstu 5 árini

2022: 137

2021: 124

2020: 110

2019: 109

2018: 100

 

Lærusáttmálar fyrstu ársfjórðingar síðstu 5 árini – yrki, tal og miðalaldur

 

2022

Maskinsmiður – 26, miðalaldur: 18,6 ár

Húsasmiður – 25, miðalaldur: 21,1 ár

Elektrikari – 24, miðalaldur: 20,4 ár

Skrivstovufólk – 18, miðalaldur: 25,9 ár

Sølufólk – 14, miðalaldur: 23,1 ár

 

2021

Maskinsmiður – 20, miðalaldur: 18,6 ár

Húsasmiður – 20, miðalaldur: 19,5 ár

Elektrikari – 19, miðalaldur: 21,8 ár

Sølufólk – 14, miðalaldur: 24,1 ár

Skrivstovufólk – 11, miðalaldur: 29,5 ár

 

2020

Maskinsmiður – 23, miðalaldur: 17,3 ár

Húsasmiður – 23, miðalaldur: 21,2 ár

Elektrikari – 21, miðalaldur: 19,7 ár

Sølufólk – 13, miðalaldur: 24,1 ár

Skrivstova – 8, miðalaldur: 24,8 ár

 

2019

Elektrikari – 27, miðalaldur: 21,1 ár

Maskinsmiður – 20, miðalaldur: 19,5 ár

Sølufólk – 17, miðalaldur: 21,9 ár

Skrivstova – 10, miðalaldur: 27,0 ár

Húsasmiður – 8, miðalaldur: 20,3 ár

 

2018

Húsasmiður – 18, miðalaldur: 22,5 ár

Maskinsmiður – 16, miðalaldur: 18,1 ár

Sølufólk – 14, miðalaldur: 23,6 ár

Elektrikari – 13, miðalaldur: 21,0 ár

Skrivstova – 12, miðalaldur: 29,3 ár

Metnógv fara í læru