09/01/2024

Lønarendurgjaldið til lærupláss gerst frá 1. januar 2024 tengt at støðinum fyri arbeiðsloysi og lækkar til 60%

Lønarendurgjaldið til lærupláss er frá 1. januar 2024 gjørt konjunkturtengt, tvs. at tað broytist, tá ið arbeiðsloysið í samfelagnum broytist. Arbeiðsloysið er lágt og samtyktin í Løgtinginum merkir, at frá 1. januar 2024 lækkar lønarendurgjaldið frá 75% til 60% fyri nýggjar lærusáttmálar, tvs. fyri allar lærlingar, sum byrja í læru eftir 1. januar 2024.
Lønarendurgjaldið, sum landið rindar til arbeiðsgevarar, er fyri lønina sum arbeiðsgevari rindar lærlinginum fyri tíðarskeiðið lærlingurin er í skúla. Lønarendurgjaldið verður sett niður til 60%, so leingi sum arbeiðsloysið er undir 3,5%. Um arbeiðsloysið fer upp um 3,5%, verður endurgjaldið til arbeiðsgevaran hækkað til 90%.
Galdandi lønarendurgjald, tá lærusáttmálin verður undirskrivaður, verður avgerandi fyri støddini av endurgjaldinum til arbeiðsgevaran í allari sáttmálatíðini, eisini hóast arbeiðsloysið í sáttmálatíðini skuldi farið upp ella niður um 3,5%.
Lønarendurgjaldið til lærupláss gerst frá 1. januar 2024 tengt at støðinum fyri arbeiðsloysi og lækkar til 60%