Vegna covid-19 smittuvandan og sum part av teimum almennu tiltøkunum, ið eru sett í verk í hesum sambandi, eru skúlarnir stongdir. Fyri lærlingarnar merkir hetta, at skúlaskeiðið, sum lærlingarnir eru í gongd við, verður kvett av. Lærlingarnir skulu tí møta á arbeiðsplássinum sum vanligt og fylgja teimum ásetingunum, sum arbeiðsplássið hevur.
Tá klárt er hjá næminginum at koma aftur í skúla, kallar skúlin lærlingin inn aftur. Møguliga verður resterandi skúlagongdin tá løgd saman við einum seinni skeiði – tað avger skúlin.
Eru spurningar, ber til hjá lærlingum at ringja til Yrkisdepilin á tlf. 306560 ella at skriva á yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo