24/02/2021

Kunnandi fundur um NVL fyri politikarum

Føroyska NVL netverkið hevur sett sær fyri at kunna alment um virksemið hjá netverkinum, bæði í Føroyum og í Norðurlondum sum heild. NVL er norðurlendskur netverksfelagsskapur sum arbeiðir við alskynsspurningum viðvíkjandi vaksnamannalæring og lívlangari læring.

Sum ein liður í hesum átakið skipaðu NVL og Yrkisdepilin fyri kunnandi fundi um NVL fyri løgtingslimum og landsstýrisfólkum á Panorama 23. februar. Har greittu føroysku umboðini í NVL frá sínum virksemi í teimum avvarðandi netverkunum undir NVL.

Eisini var Antra Carlsen høvuðssamskipari í NVL við á Zoom og greiddi frá virkseminum hjá NVL og teimum yvirskipaðu málunum, sum NVL og norðurlendskt samstarv hevur sett sær fyri at arbeiða við nú og tey næstu árini, eitt nú í samsvari við tey 17 heimsmálini hjá ST og norðurlendsku Visión 2030.

Tey fimm netverkini í NVL, sum Føroyar eru við í eru Vegleiðingarnetverkið, IKT og vegleiðing (vegleiðing við kunningartøkni), Valideringsnetverkið, Alfaráðið og netverki, sum arbeiðir við førleikamenning av starvsfólkum innan vaksnamannaútbúgving. Í hesum síðst nevnda luttekur SEV í einari undanverkætlan, sum snýr seg um at menna ein norðurlendskan myndil, sum kann verða brúktur í sambandi við læring á arbeiðsplássunum.

NVL hevur stóran týdning fyri tað framhaldandi arbeiðið við vaksnamannalæring, førleikamenning og lívlangari vegleiðing í Føroyum. Týdningarmikið er, at vit kunnu greiða frá høvuðsuppgávunum og hugsjónunum, sum NVL hevur sett sær fyri og hevur sett orð á, eins og tað hevur stóran týdning, at vit í hesum arbeiði fáa tann neyðuga politiska stuðulin, sigur John Dalsgarð, sum er samskipari av føroyska NVL samstarvsnetinum.

Vaksnamannaútbúgvingarøkið í Føroyum hevur fyri neyðini at varpa ljós á samskipanina av teimum førleikamenningartilboðum sum eru í Føroyum til vaksin. Harumframt skal arbeiðast meira miðvíst við at menna fleiri skipanir, sum kunnu vera við til at lætta um hjá vaksnum at taka eina útbúgving.

Í hesum sambandi er neyðugt at førleikamenna ein hóp av starvsfólki, sum arbeiða við vaksnamannalæring á ymiskum stigum og økjum, eitt nú lærarar, vegleiðarar og onnur starvsfólk., sigur John Dalsgarð.

Føroyska NVL netverkið fer í næstum at skipa fyri temadøgum um vegleiðing og førleikameting, umframt at varpa ljós á førleikamenningina av starvsfólkum innan eldraøkið.

Á myndini síggja vit Deirdre Hansen, vegleiðara og ráðgeva á Fjarnámi, sum er føroyskt umboð í netverkinum IKT og vegleiðing greiða frá arbeiðinum í hesum netverki.

Kunnandi fundur um NVL fyri politikarum