Vit skulu minna á, at lærusáttmálin kann í fyrsta lagi vera galdandi frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Tí kann lærutíðin hjá lærlinginum ikki byrja áðrenn, Yrkisdepilin hevur móttikið lærusáttmálan.
Lærusáttmálan finna tit sum oyðublað á heimasíðu okkara, sí her
Oyðublaðið skal útfyllast og undirskrivast av læruplássi og lærlingi. Um lærlingurin er undir 18 ár, skal verji eisini undirskriva. Minnist til at leggja avrit av møguligum próvskjølum við.
Lærusáttmálar skulu sendast til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at senda teldupost ella ringja á 30 65 60, yrkadagar millum 9-15.