24/03/2020

Fyribyrg coronasmittu á byggiplássinum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur skrivað vegleiðing í samband við at leggja arbeiðið til rættis á byggiplássum, soleiðis at starvsfólk í mest møguligan mun eru vard móti coronasmittuni.

Coronavirus (COVID-19) smittar bæði í innandura og uttandura arbeiði. Arbeiðið á byggiplássum kring landið skal vera lagt til rættis eftir somu leiðreglum, sum eru galdandi fyri onnur arbeiðspláss.

Tað er umráðandi, at arbeiðið á byggiplássum er skipað soleiðis, at starvsfólkini eru væl vard ímóti vandanum av at verða smittað av coronavirusi. Hetta er galdandi fyri bæði innandura og uttandura arbeiði.

Á byggiplássum við fleiri arbeiðsgevarum skulu fyriskipanirnar verða avtalaðar og samskipaðar ímillum fyritøkurnar. Arbeiðsgevarar skulu velja fyriskipanir, sum verja starvsfólkini so væl sum gjørligt ímóti møguligum vandum. Arbeiðs- og brunaeftirlitinum mælir til – við støði í almennu ráðunum hjá heilsumyndugleikunum um fyribyrging av smittu av coronavirusi – at arbeiðsgevarar á arbeiðsplássum syrgja fyri:

  • At arbeiðið á tí einstaka byggiplássinum verður lagt soleiðis til rættis, at starvsfólkini kunnu arbeiða við einari góðari frástøðu ímillum sín.
  • At vøsk ella handspritt eru tøk hjá starvsfólkunum á øllum viðkomandi støðum á byggiplássinum.
  • At minka um sambandið við onnur. Tað kann gerast t.d. við at forskjóta møtitíð, steðgir og tíðirnar, tá ið starvsfólkini fáa frí, soleiðis at starvsfólkini kunnu halda eina góða frástøðu ímillum sín í samband við t.d. klædnaskifti og eting.
  • At ein uppraðfestir regluliga reingerð og avsprittan av matarhølum, vesum o.ø. 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið leggur dent á, at tað vanliga liggur á arbeiðsgevaranum at gera starvsfólkini varig við møguligar váðar, sum eru knýttir at arbeiðinum. Endamálið við hesum er eisini at skapa eina fatan hjá starvsfólkunum av týdninginum av, at tann einstaki verjir seg sjálvan ímóti smittuni av coronavirusi.

Kelda: corona.fo

 

Fyribyrg coronasmittu á byggiplássinum