20/06/2024

Fulltrúi/málsviðgeri til at menna yrkisútbúgvingarnar

Yrkisdepilin søkir eftir fulltrúa/málsviðgera til okkara lítla stovn og dugnaliga toymi, sum, saman við arbeiðsmarknaðarpørtunum, umsitur og mennir yrkisútbúgvingarnar í Føroyum. Talan er um umleið 70 ymiskar yrkisútbúgvingar, harav 15 fult og heilt eru skipaðar sambært føroyskari lóggávu, meðan restin av útbúgvingunum er skipað sambært føroyskari lóggávu, uttan skúlagongdin, sum er skipað sambært danskari lóggávu.


Arbeiðsmarknaðarpartarnir, t.e. fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg, vara av yrkisútbúgvingunum. Partarnir eru skipaðir í eitt Yrkisútbúgvingarráð og eina Yrkisnevnd. Yrkisdepilin er umsiting hjá arbeiðsmarknaðarpørtunum og er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.


Starvið
Trívist tú við at hava nógv at gera og í tøttum samstarvið við onnur at arbeiða við nógvum ymiskum uppgávum og avbjóðingum? Dámar tær at málsviðgera og trívist tú við at samskifta við nógv ymisk fólk? So er hetta júst rætta starvið til tín.

Uppgávurnar eru m.a.:

  • At arbeiða við yrkisútbúgvingunum og pørtunum, sum varða av teimum, t.e. fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg, umframt lærlingum og lærumeistarum;
  • at arbeiða við lógarverkum sum viðvíkja yrkisútbúgvingunum;
  • at fyrireika mál til ráðsskipanina at umrøða ella taka støðu til (Yrkisútbúgvingarráðið og Yrkisnevndina);
  • at samskipa tilgongdir við arbeiðsmarknaðarpørtunum (endurskoðanir og nýggjar útbúgvingar);
  • at gera greiningar og lýsingar av viðurskiftum, sum hava við yrkisútbúgvingarøkið at gera, og
  • at samskipa og málsviðgera umsóknir til læruplássgóðkenningar.


Førleikar
Vit ynskja, at tú hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir og/ella viðkomandi hægri útbúgving, t.d. sum løgfrøðingur ella stjórnmálafrøðingur.

Harumframt vænta vit, at tú:

  • Dugir og tímir væl at lýsa mál á skrift og hevur góðar telduførleikar
  • dugir væl føroyskt og at samskifta í skrift og talu á norðurlendskum og enskum;
  • hevur førleikar innan ella royndir við kunning og samskifti, eins og kunnleika til kunningar- og samskiftistøkni;
  • ert tænastusinnað/-ur og dugir væl at fara við fólki
  • dámar væl avbjóðingar og trívist við at hava nógv er at gera
  • ert jalig/-ur av lyndi
  • ert ábyrgdarfull/-ur og nærløgd/nærlagdur
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • hevur royndir við at arbeiða í einum umhvørvi, har ósamdir partar skulu finna loysnir, sum eru góðar, og sum øll kunnu liva við
  • dugir at bera uppgávur á mál


Yrkisútbúgvingarnar skulu lúka allar altjóða ásetingar um dygd og førleika og hetta krevur,
at útbúgvingarnar støðugt verða mentar. Ein týdningarmikil uppgáva er at seta seg inn í
viðurskiftini á yrkisútbúgvingarøkinum bæði her heima, í norðanlondum og altjóða.
Komandi fulltrúin skal tí fylgja væl við á øllum økjum, ið hava við útbúgving at gera og skal
vera førur fyri miðla hesa vitanina víðari til nógvar ymiskar partar.


Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðar starv, sum verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag.


Vit bjóða
Eitt avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjølbroytt starv við nógvum spennandi og skiftandi
uppgávum, har tú ert við til at bróta upp úr nýggjum, og har menningarmøguleikarnir eru
góðir.


Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli o.ø. skal sendast við telduposti til:
starv@yrkisdepilin.fo
Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 9. august 2024.
Starvið verður ætlandi sett pr. 1. oktober 2024.
Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband Randi Frederiksberg, leiðara í
Yrkisdeplinum, á tel. 212000.


Um Yrkisdepilin
Yrkisdepilin er ein lítil stovnur í stórari menning. Vit umsita yrkisútbúgvingarskipanina og
yrkisútbúgvingarnar fyri arbeiðsgevarar, fakfeløg og almennar myndugleikar, sum eru
partarnir, ið varða av yrkisútbúgvingunum. Vit arbeiða dagliga tætt saman við
arbeiðsmarknaðarpørtunum, lærumeistarum, lærlingum, skúlum og øðrum
myndugleikum. Vit hava yvir 1.000 lærlingar í skipanini í løtuni og umleið 550 ymiskar
lærumeistarar. Vit hava tí nógv samskifti við nógv ymisk fólk. Á stovninum starvast 5 fólk.
Les meira um okkum á heimasíðu okkara: www.yrkisdepilin.fo.

Fulltrúi/málsviðgeri til at menna yrkisútbúgvingarnar