05/11/2019

Førleikameting upp ímóti vinnulívsfortreytum

Er arbeiðsplássið ein læringspallur? Læra vit nakað av at loysa arbeiðsuppgávur? Á Fræðslumiðstøðini í Íslandi eru tey farin í holt við eina verkætlan, sum hevur til endamáls at menna førleikameting á arbeiðsplássum. Partarnir á íslendska arbeiðsmarknaðinum samstarva um verkætlanina. Málið er at skapa eitt varandi grundarlag fyri førleikameting í vinnulívinum.

Íslendska skipanin við at førleikameta á arbeiðsplássunum byggir á siðbundnu førleikametingartilgongdina, har hugt verður eftir krøvum, sum verða sett í útbúgvingarskipanini, og har miðað verður ímóti, at tann førleikametti skal taka eina formliga útbúgving. Í staðin fyri at leggja doyðin á at fylgja teimum útbúgvingarligu fortreytunum og krøvunum, verður dentur lagdur á tryggja eitt yvirskipað javngildi fyri førleikameting í vinnulívinum, og at hetta kann verða gjørt búskaparliga burðardygt. Tað merkir, at førleikametingin í størri mun verður lagað eftir viðurskiftunum á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsgevarar hava sóknast eftir øðrum enn útbúgvingarformligum fortreytum og krøvum, tá tað snýr seg um førleikamenning í vinnulívinum. Tí er umráðandi, at tann stovnur, sum tekur sær av at førleikameta upp í ímóti vinnulívsfortreytum, ikki bara hevur kunnleika til tey krøv, ið verða sett til førleikar í formligu útbúgvingarskipanini. Neyðugt er hjá hesum stovni ella myndugleika at fata og kenna innihaldið í og vavið av upplæringini, sum arbeiðsplássini bjóða sínum starvsfólkum.

Verkætlanin fevnir um fimm yrkisbólkar: matvøruframleiðslu, tænarayrkið, móttøku á gistingarhúsi, skrivstovuhjálp á almennum stovnum og innan handil og sølu, har tað snýr seg um matvøru, heilivág og byggivørur.

Førleikameting upp ímóti vinnulívsfortreytum byggir á eina greining av teimum førleikum, sum eru neyðugir fyri at kunna loysa eina ávísa arbeiðsuppgávu væl. Førleikavangamyndirnar hjá Fræðslumiðstøðini byggja á tilfar, sum kanadiska felagið HRSG hevur ment tey seinastu 30 árini, umframt framferðarhættir at førleikameta, sum Fræðslumiðstøðin hevur ment síðan 2012. Hesin háttur hjá Fræðslumiðstøðini, at arbeiða við førleikavangamyndum, skal tryggja, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum og aðrir viðkomandi áhugapartar, virknir taka lut í verkætlanini.

Verkætlanarleiðarar eru Fjóla María Lárusdóttir og Haukur Harðarson frá Fræðslumiðstøð Atvinnulívsins, sum m.a. hava verið í Føroyum og undirvíst starvsfólkum í undirvísingarskipanini og á føroyska arbeiðsmarknaðinum í førleikameting.

Í Føroyum er tað Yrkisdepilin sum tekur sær av at samskipa førleikametingina, tað verið seg í sambandi við útbúgvingar, eftirútbúgving og førleikamenning í breiðastu merking.

Meira kann lesast um íslendsku verkætlanina á heimasíðuni hjá NVL: https://nvl.org/Content/Realkompetansevurdering-mot-arbeidslivskriterier

jd

Førleikameting upp ímóti vinnulívsfortreytum