06/11/2018

Endurskoðanin handað landsstýriskvinnuni

Tilmælið um endurskoðan av yrkisútbúgvingarøkinum er nú handað landsstýriskvinnuni. Tilmælið er liður í drúgvum arbeiði, sum varð sett í gongd í 2015. Tilmælið er enn eitt stig á leiðini at fáa eina enn betri yrkisútbúgvingarskipan, sum allir partar eru nøgdir við og stoltir av.

Tá tilmælið er viðgjørt politiskt, ber til at siga, hvussu arbeitt verður víðari.

Arbeitt hevur verið í bólkum yvir summarið. Yrkisútbúgvingarráðið hevur gjørt arbeiðið, men hevur havt møguleika at fyri at fáa limir úr baklandinum við í allar bólkar, tey hava ynskt.

Tak niður tilmælið her

 

Endurskoðanin handað landsstýriskvinnuni