Landstýriskvinnan í undirvísningarmálum, Hanna Jensen legði í dag á tingfundi fram “Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil” til aðalorðaskifti í tinginum.
Arbeiðsbólkurin, sum stendur aftanfyri álitið, ger 8 tilmæli. Tey eru:
Vaksnamannaútbúgving og førleikamenning verða raðfest politiskt og skipað við lóg
Ein førleikasamskipan ella eitt førleikasamstarv, sum skal samskipa vegleiðing, førleikameting og førleikamenning, umframt at ráðgeva í málum, sum hava týdning fyri alt vaksnamannaútbúgvingar-økið og lívlanga læring sum heild, verður skipað
Samstarvið um vaksnamannaútbúgving og førleikamenning millum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, verður styrkt og ment við einari heildarætlan um førleikar í samfelagnum
Fjølbroyttir og høgligir útbúgvingarmøguleikar skulu standa øllum vaksnum í boði
Øll vaksin, 25 ár og eldri, sum hava tørv á útbúgving ella førleikamenning, skulu vera fevnd av skipanini
Tiltøk at tryggja tilflytarum og bólkum í serstøðu javnbjóðis og betri møguleikar at vera virknir borgarar á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum sum heild, verða sett í verk
Lívlong vegleiðing verður sett í verk sum eitt yvirskipað tilboð til allar borgarar
Grunnur at fíggja arbeiðsmarknaðar-, vaksnamanna- og eftirútbúgvingar verður settur á stovn
Aðalorðaskifti um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil verður í løgtinginum mánadagin 1. apríl kl 13.30