Yrkisnevndin hevur á fundi tann 7. november 2023 tikið avgerð um at avtaka meginregluna um, at 10 ára arbeiðsroyndir kunnu koma í staðin fyri kravið um yrkisútbúgving fyri merkantilu útbúgvingarnar í sambandi við læruplássgóðkenningar.
Henda broyting verður sett í verk 1. januar 2024 fyri nýggjar læruplássgóðkenningar.
Tað eru nóg mikið av útbúnum frá yrkisútbúgvingarskipanini, og Yrkisnevndin metir, at avgerðin stuðlar undir menning av yrkisútbúgvingum á merkantila økinum og viðkomandi yrkjum sum heild. Tær merkantilu yrkisútbúgvingarnar fevna um skrivstovufólk, sølufólk og handilsfólk. Sí nærri her.
Tað kunnu tó vera serligar umstøður galdandi á einum arbeiðsplássi, ið gera at øll krøv ikki kunnu haldast.
Tað ber framvegis til at søkja Yrkisnevndina um undantak frá krøvum til læruplássgóðkenning, tvs. at ein kann grundgeva fyri í hvørjum einstaka føri, hví undantak eigur at vera givið, og tað er galdandi fyri øll yrkir.
Yrkisnevndin