Til lærlingin

Longdin á útbúgvingini, tá skúlagongdin er í Danmark
Er skúlagongdin til útbúgvingina tú tekur í føroyskum skúla, er tað føroyska kunngerðin, sum ásetir, hvussu long skúlaskeiðini eru.

Er skúlagongdin, sum hoyrir til útbúgvingina tú tekur, í donskum skúla, er tað danska kunngerðin fyri útbúgvingina, sum ásetir longdina á skúlagongdini. Í Danmark er galdandi, at tey, sum byrja eina yrkisútbúgving innan eitt ár eftir at hava lokið fólkaskúlan, skulu taka eitt skúlaskeið á 20 vikur, uttan so, at tey hava ein lærusáttmála, tá tey byrja uppá útbúgvingina. Í so fall skal ein ikki taka hetta 1. skúlaskeiðið, men byrja beinleiðis á 2. skúlaskeiði.

Allir føroyskir lærlingar hava sáttmála, áðrenn teir fara til Danmarkar í skúla og sleppa tískil undan hesum fyrstu 20 vikunum, sum danska kunngerðin nevnir 1. skúlaskeið. Tað ger, at útbúgvingarlongdin hjá føroyskum lærlingum altíð sum minimum er hálvt ár styttri, enn tað ið er lýst sum vanliga útbúgvingarlongdin á ug.dk og í donsku útbúgvingarkunngerðini.

Tá broytingar koma eftir at lærutíðin er byrjað
Niðanfyri síggjast mest vanligu spurningarnir í mun til læruna, t.d. tá óvæntaðar umstøður koma fyri.
 

Lønarviðurskifti

Lønin verður ásett sambært galdandi sáttmálum og lønartalvum á arbeiðsmarknaðinum.

Hesar upplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá vinnuhúsinum og heimasíðuni hjá lønardeildini í fíggjarmálaráðnum.

Áseting av løn í mun til stytting í lærutíðini

Lønarásetingin verður ásett í mun til nær lærlingur hevur arbeitt sína lærutíð.

Til dømis: Um lærlingur vegna skúlagongd fær stytting í 2 ár, og útbúgvingin er ásett at verða 4 ár, so byrjar lærlingalønin  á 3. ári.

Hava lærlingar rætt til løn tá ið teir eru í skúla?

Lærlingar hava rætt til løn meðan teir eru í skúla. Hetta er sjálvandi treytað av, at teir hava ein galdandi lærusáttmála.

Í lærusáttmálanum er ásett hvørjum sáttmála lærlingar eru løntir sambært.

Læruplássið fær 60 % endurrindað av lønini tíðarskeiðið har teir eru í skúla.

Hvussu er lønin tá lærlingur arbeiðir yvirtíð?

Í hesum sambandi verður víst til galdandi lønartalvur og sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum.

Tá lærusáttmáli verður gjørdur millum lærling og lærupláss verður krossur settur við tann sáttmála á arbeiðsmarknaðinum, ið er galdandi fyri viðkomandi lærling og arbeiðsgevara.

Til ber at finna hesar á heimasíðuni hjá vinnuhúsinum industry.fo

Og á heimasíðuni hjá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.

Hevur tú fingið lærlingafrádrátt?

Lærlingar hava rætt til kr 50.000 í frádrátti. 

Frá 1. januar 2024 skulu lærlingar sjálvir søkja TAKS um skattafrádrátt. 

Tey sum byrja í læru aftaná 1. januar í 2024 skulu sjálvi skráseta seg við lærlingafrádrátti á Borgaraglugganum ella søkja TAKS um lærlingafrádrátt. Vegleiðing er á heimasíðuni hjá TAKS.

 TAKS sigur soleiðis á heimasíðuni (www.taks.fo):

Fyri 1. januar 2024 hevur Yrkisdepilin, eftir umbøn frá Taks, kunnað Taks um, hvør er lærlingur. Hetta varð gjørt nakrar ferðir árliga og tí var ikki neyðugt hjá lærlingi at søkja Taks um frádráttin.

Eru tíni lærlingaviðurskifti broytt, vinaliga boða okkum frá við at senda ein t-post.

Serlig viðurskiftir fyri FAS inntøku. (t.d. lærlingar umborð á Norrønu)

Sambært TAKS hava lærlingar, t.d lærlingur umborð á Norrønu, rætt til lærlingafrádrátt, men ikki í FAS inntøku.

Sambært § 8, stk. 2 í ásetingarlógini verður FAS-inntøka skatta við 35% av inntøkuni eftir eftirlønarfrádrátt. Teir kunnu bert fáa frádrátt fyri gjøld til eftirløn í FAS inntøku. Ongan annan frádrátt í FAS inntøku. Men um teir hava aðra inntøku, so kunnu teir fáa lærlingafrádrátt í tí inntøkuni.

Um tú ivast, spyr TAKS

Sjúka

Havi eg rætt til løn, tá eg gerist sjúk/ur?

Rættindir hjá lærlingum eru ásett í galdandi sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum.

Til ber at venda sær til avvarðandi fakfelag fyri at fáa greiði á, júst hvørji rættindir tú hevur sum lærlingur, eitt nú undir sjúku.

Sáttmálarnir eru at finna her:

https://www.fmr.fo/fo/lonardeildin/fakfelog/

Lærlingasáttmálin https://www.industry.fo/arbeidsmarknadur/sattmalar/handverkarafeloegini/laerlingasattmalin

Hvussu verður lærutíðin ávirkað, um lærlingurin gerst sjúkur?

Sambært Yrkisútbúgvingarlógini kann hetta vera orsøk til at lærutíðin verður longd.

Lógin tilskilar hetta tó ikki sum eina treyt. Ásett er, at um lærlingurin hevur verið meiri enn 10 % burtur frá læruplássinum vegna sjúku, so kunnu lærlingur og lærupláss gera avtalu um, at leingja lærutíðina.

Lærupláss og lærlingur gera í hesum sambandi avtalu á eitt serligt oyðiblað um, at leingja lærutíðina samsvarandi.  Í hesum sambandi er tó neyðugt at vátta við læknaváttan. Hetta verður sent inn saman við oyðiblaðnum.

Ongar persónsupplýsingar skulu vera við í tí, sum sent verður inn.

Koma persónsupplýsingar fyri, so er mannagongdin tann, at Yrkisdepilin strikar tað ið verður sent inn og sendir áheitan á partarnar um, at senda nýtt skjalprógv.

Barsil

Skal í barsil - skal lærutíðin leingjast?

Barsil er ein orsøk til, at leingja lærutíðina.

Lærupláss og lærlingur gera í hesum sambandi avtalu á eitt serligt oyðiblað um, at leingja lærutíðina samsvarandi. Oyðiblaðið eitur umsókn um broyting í lærutíð og er at finna undir oyðibløðum.

Í hesum sambandi er neyðugt at dokumentera hví longt verður, t.d. við læknaváttan ella váttan frá barsilsskipanini. Hetta verður sent inn saman við oyðiblaðnum.

Heitt verður á partarnar um, at senda hetta inn tá barsilstíðin er liðug, soleiðis at Yrkisdepilin neyvt fær at vita, hvussu nógv lærutíðin verður longd. Hetta er tó ikki galdandi um lærutíðin gongur út í barsilstíðarskeiðnum.

Ongar persónsupplýsingar skulu vera við í tí, sum sent verður inn. Koma persónsupplýsingar fyri, so er mannagongdin tann, at Yrkisdepilin strikar tað ið verður sent inn og sendir áheitan á partarnar um, at senda nýtt skjalprógv.

Vorðin pápi - havi eg rætt til barsil við løn?

Undir vanligum umstøðum eigur tú sum pápi ella sammóðir barsilspening í 4 vikur eftir barnsburð.Les meira á barsil.fo

Uppsøgn av lærusáttmála í úrtíð

Kann lærusáttmáli uppsigast í úrtíð?

Lærusáttmáli kann uppsigast einsíðis teir fyrstu 6 mánaðirnar av lærutíðini. Hetta tíðarskeið er at roknað sum royndartíð.

Eftir hetta kann sáttmáli ikki uppsigast einsíðis, men krevur at báðir partar skriva undir.

Um bert annar parturin ynskir at uppsiga sáttmálan, men hin ikki ynskir, so fyriskrivar lógin, at Yrkisnevndin skal royna semju millum partarnar.

Eydnast tað ikki Yrkisnevndini, kann málið leggjast fyri sáttmálanevndina, ið endaliga tekur avgerð um sáttmálan.

Hevur arbeiðsgevarin rætt til lønarendurgjald, um lærlingurin uppsigur lærusáttmálan í úrtíð?

Treytin fyri at fáa lønarendurgjald er galdandi lærusáttmáli, at læruplássið rindar lærlingi sína løn meðan hann er í skúla og at lærlingur er burtur frá sínum læruplássið í samband við kravda skúlagongd.

Um sáttmálin er uppsagdur, hevur arbeiðsgevari ikki rætt til lønarendurgjald. 

Stytting í lærusáttmála

Um tú hevur tikið aðra útbúgving, okkurt av skúlaskeiðunum, hevur arbeiðsroyndir og/ella hevur aðra yrkisútbúgving, hevur tú møguliga rætt til stytting í lærutíðini. Tó kann lærutíðin ongantíð verða styttri enn 2 ár.

Fái eg stytting fyri aðra yrkisútbúgving?

Ja, men undantøk kunnu koma fyri. Lærutíðin kann ongantíð verða styttri enn 2 ár.

Sum dømi kann nevnast, at ein elektrikari, sum fer í læru sum maskinsmiður, fær 5 mánaðir stytting av lærutíðini.

Sí meira um styttingar, í "Meginregla fyri stytting í lærusáttmála" her

Stytting fyri arbeiðsroyndir

Yrkisnevndin hevur ásett nakrar meginreglur, sum liggja til grund fyri møguligari stytting av lærutíðini fyri arbeiðsroyndir:

Fult viðkomandi arbeiðsroyndir:
2-5 ár geva 6 mánaðir stytting
Meira enn 5 ár geva 9 mánaðir stytting

Nøkulunda viðkomandi arbeiðsroyndir:
Meira enn 5 ára arbeiðsroyndir geva 3 mánaðir stytting

Um tú hevur starvsoyndir, so ber til at søkja um stytting vegna arbeiðsroyndir. Váttanin er at finna  her

Sí meira um "Meginregla fyri stytting í lærusáttmála" her

Stytting fyri skúlaskeið og miðnám/FHS

Tekur tú skúlaskeið, áðrenn tú fert í læru, verður útbúgvingin stytt samsvarandi. 

Hevur tú t.d. tikið 1. og 2. skúlaskeið, fært tú 40 vikur stytting. Hetta er nærri lýst og ásett í viðkomandi útbúgvingarkunngerð.

Fert tú í læru á skrivstovu ella í handli, so kann ein miðnámsútbúgving ella FHS geva millum 6 og 24 mánaðir stytting.

Leinging í lærusáttmála

Lærlingur og lærupláss kunnu í serligum førum gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina

 

Lærlingur stendur ikki skúlaskeið

Um lærlingur skal taka skúlaskeið umaftur, kann lærutíðin leingjast.

Hetta gerst við at senda in oyðublað "Umsókn um broyting í lærusáttmála", har bæði lærlingur og lærumeistari skriva undir.

Hevur tú mist yrkisbrævið burtur?

Mist sveinabrævið ella lærubrævið burtur?

Soleiðis gert tú:

Send til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo 

- avrit av samleikaprógv (t.d. koyrikort) 
- upplýs hvar og nær tú hevur verið í læru

 

Finnur tú ikki svarið, tú leitar eftir?

Tú kanst eisini ringja , kjatta ella skriva til okkara.

Kjatta, ring 30 65 60 ella skriva til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
Vit svara allar yrkadagar frá kl. 9-15.

Starvsfólk
Randi Frederiksberg Stjóri randif@yrkisdepilin.fo
Hjørdis Zachariassen Vegleiðari hjordisz@yrkisdepilin.fo
Benadikta Johannesen Skrivstovukvinna benadiktaj@yrkisdepilin.fo
Súsanna Thomsen Fulltrúi og løgfrøðingur susannat@yrkisdepilin.fo
Hallbera West Uttanhýsis ráðgevi hallberaw@yrkisdepilin.fo