Til lærupláss

Fyri at taka lærling er neyðugt hjá fyritøku ella stovni at hava eina læruplássgóðkenning.

Fyri at gerast lærupláss er avgerðandi, at fólk útbúgvið innan sama yrki arbeiðir í fyritøkuni og hevur ábyrgdina av at veita nøktandi upplæring.

Niðanfyri hava vit savnað upplýsingar um vanlig viðurskifti ísv. setan av lærlingi og lærutíðini annars.

Læruplássgóðkenning

Fá læruplássgóðkenning

Fyri at taka lærling er neyðugt hjá fyritøku ella stovni at hava eina læruplássgóðkenning.

Neyðugt er at søkja um læruplássgóðkenning.

Tað er Yrkisnevndin, ið góðkennir lærupláss. 

Fyri at gerast lærupláss, skal fyritøkan/stovnurin hava útbúgvið fólk, ið kann veita nøktandi upplæring.

Harumframt verður dentur lagdur á, at læruplássið kann bjóða lærlinginum tær týdningarmestu uppgávurnar, ið útbúgvingin krevur.

Soleiðis verður søkt um læruplássgóðkenning: 

  • Eitt komandi lærupláss útfyllir umsóknina um læruplássgóðkenning, sí umsóknarblað í høgra bredda
  • Legg nýtt skrásetingarprógv fyri fyritøkuna/stovnin frá vinnuskránni við.
  • Legg sveinabræv/lærubræv/útbúgvingarskjøl hjá yrkislærdum á starvsplássinum við.
  • Útfyll upplýsingarblað har tað er tøkt fyri útbúgvingina.

Um einki upplýsingarblað er tøkt, skal læruplássið skriva eina stutta lýsing av hvat lærlingurin kemur at takast við. Tað kann gerast í umsóknini (skjalið ovast) ella í teldupostinum tá umsóknin verður send.

Send hesi skjøl til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo 

Hvat er okkara skylda sum lærupláss?

Arbeiðsgevari hevur skyldu til at virka fyri, at lærlingurin lærir tey lærumálini, ið eru ásett í útbúgvingarkunngerðini og at veita umstøður, ið stuðla undir læruna og trivnaðin hjá lærlinginum.

Lærumeistarin skal læra upp og vegleiða lærlinginum í teimum førum tað er neyðugt og á tann hátt tryggja, at lærlingurin hevur fingið tann neyðuga lærdómin til at standa sveinaroyndina. Hevur lærlingurin avbjóðingar, tað verið seg fakligar ella persónligar, ið ávirka starvið, hevur lærumeistarin skyldu til at tosa við lærlingin fyri at fáa viðurskiftini í rættlag.

Ymisk viðurskiftir er nevnd í sáttmálanum millum partarnar og bæði lærumeistari og lærlingur hava skyldu til at at fylgja ásetingunum í sáttmálanum. Harumframt er setanin av lærlinginum knýtt at einum fakfelagsøki og har hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fylgja sáttmálanum.

Yrkisútbúgvingarlógin og kunngerðin lýsa ymisk viðurskiftir, sum lærumeistarin hevur skyldu til. Lærumeistari hevur skyldu til at fylgja ásetingunum í lógarverkinum.

Lýsa eftir lærlingi áðrenn læruplássgóðkenning fyriliggur?

Til ber at lýsa eftir lærlingi áðrenn læruplássgóðkenning fyriliggur, men lærusáttmálin fær ikki gildi, fyrr enn læruplássgóðkenningin fyriliggur.

Og tilskilast má í lýsingini, at lýsingin er treytað av, at fyritøkan ella stovnurin fær læruplássgóðkenning.

 

Fyritøkan ger bert nakrar av kravdu uppgávunum - kann eg so ikki taka lærling?

Í høvuðsheitum skal læruplássið bjóða lærlingi tær týdningarmestu uppgávurnar, ið hoyra til útbúgvingina. Talan er tó altíð um eina meting, ið Yrkisnevndin ger, tá søkt verður um læruplássgóðkenning.

Yrkisnevndin kann sambært meginreglunum um góðkenning av læruplássum t.d. geva fyribils góðkenning um onkrar treytir ikki eru uppfyltar ella seta krav um útisetavirkið.

Harumframt kann atlit eisini takast til, at lærlingurin fær onkran kunnleika í skúlanum, ið hann ikki fær á læruplássinum.

Komandi lærupláss kunnu umhugsað útisetavirkið um so er, at onkur grundleggjandi førleiki manglar. Í slíkum førum er lærlingurin eitt tíðarskeið hjá øðrum læruplássið fyri at ogna sær hesar førleikar ið høvuðslæruplássið manglar.

Møguleikar fyri útisetavirki

Møguleikin fyri útsetavirkið er ásettur í reglugerðini fyri góðkenning av læruplássum.

Hesin møguleiki kann vera nýttur, um eitt lærupláss ikki í fullan mun kann bjóða lærlingi teir førleikar, ið eru ásettir í útbúgvingini. 

Tá søkt verður um góðkenning kann Yrkisnevndin seta treyt um, at ein partur av læruni fer fram á útisetavirki.

Lærupláss og lærlingar avtalað í lærusáttmálanum um lærlingur fer eitt tíðarskeið á eitt útisetavirki. 

Hvussu nógvar lærlingar kann eg taka?

Arbeiðsgevari kann taka eins nógvar lærlingar, sum hann hevur sveinar/yrkislærd í starvi, plus ein lærling afturat.

Hevur arbeiðsgevari 4 sølufólk í starvi kann hann sostatt taka 4 lærlingar + 1 - tilsamans 5 lærlingar.

Er talan um arbeiðsgevara, ið hevur ein svein í starvi, td. ein húsasmið, kann hann taka 1 lærling og tá hesin lærlingur er komin hálvan veg við læruni, kann hann taka ein lærling afturat. Tá kann arbeiðsgevari sostatt hava tveir lærlingar til ein svein, men tá skal annar lærlingurin verða komin meira enna hálvan veg við læruni.

Finnur tú ikki svarið tú leitar eftir?

Tú kanst eisini ringja , kjatta ella skriva til okkara.

Kjatta, ring 30 65 60 ella skriva til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
Vit svara allar yrkadagar frá kl. 9-15

Starvsfólk
Randi Frederiksberg Leiðari randif@yrkisdepilin.fo
Hallbera West Fulltrúi hallberaw@yrkisdepilin.fo
Hjørdis Zachariassen Vegleiðari hjordisz@yrkisdepilin.fo
Linda Michelsen Skrivstovufólk lindam@yrkisdepilin.fo