Soleiðis verður søkt um læruplássgóðkenning
Fyri at fáa læruplássgóðkenning, eru ymisk viðurskiftir sum fyritøkan/stovnurin mugu lúka. Tá søkt verður um læruplássgóðkenning má fyritøkan/stovnurin:
Tá allar neyðugar upplýsingar eru fingnar til vega, leggur Yrkisdepilin umsóknina fyri Yrkisnevndina til støðutakan.
Viðmerking til reglugerð um góðkenning av læruplássum
Innan handils- og skrivstovuyrkið er eitt ófaklært fólk við í minsta lagi 10 ára viðkomandi og skjalprógvaðum starvsroyndum líkastillað við ein avlærdan. Tá søkt verður, skal annar partur enn viðkomandi vátta hetta. Yrkisdepilin tilskilar sær rættin at eftirkannað skjalprógvini.