Hevur ein hug at fara undir eina yrkisútbúgving er eitt ótal at velja ímillum. Nakrar útbúgvingar eru við skúlagongd í Føroyum og aðrar, har skúlagongdin verður tikin í Danmark. Fyri at fara undir eina yrkisútbúgving, er neyðugt at hava sáttmála við eitt lærupláss, ið er góðkent sum lærupláss innan júst tað yrki, sum útbúgvingin er innanfyri. Yvirlit yvir góðkend lærupláss er at finna her.
Velur man eina útbúgving, sum hevur skúlagongdina í Føroyum, meldar Yrkisdepilin lærlingin til skúlagongdina, eftir at lærlingurin í lærusáttmálanum hevur krossað av, á hvørjum av føroysku skúlunum hann ynskir at ganga. Nakað áðrenn eitt skúlaskeið byrjar, fær lærlingurin boð frá skúlanum um, nær hann skal møta á skúlanum.
Velur man eina útbúgving, sum hevur skúlagongdina í Danmark, gera lærlingur og lærumeistari í felag av, á hvørjum skúla lærlingurin skal taka skúlagongdina. Á donsku heimasíðuni www.ug.dk, sum veitir útbúgvingarvegleiðing, er eitt kort yvir allar yrkisskúlar í Danmark. Til ber eisini at leita uppá útbúgvingarheiti fyri at fáa yvirlit yvir, hvørjir skúlar hava skúlagongd innan júst ta valdu útbúgvingina. Kortið yvir danskar yrkisskúlar er at finna her.
Niðanfyri er yvirlit yvir nakrar av teimum yrkisútbúgvingunum, sum eru at velja ímillum, har útbúgvingin er í Danmark. Víst verður til www.ug.dk fyri neyvari kunning um yrkisútbúgvingar við danskari skúlagongd.
Byggiyrkið
Byggismiður
Bygningsmálari
Bygningssnikkari
Gartnari
Glarsmiður
Gólváleggjari
Gróthøggari
Maskinsnikkari
Møbilsnikkari
El- & Samskiftisyrkið
Automatikktøkningur
Datamekanikari
Elektrotøkningur
Elektronikktøkningur
IT-supportari
Miðlaatstøðari
Miðlatøkningur
Radio- og sjónvarpstólatøkningur
Flutningsyrkið
Bilelektromekanikari
Bilmálari
Bilsmiður
Bilplátusmiður
Entreprenørmaskinumekanikari
Flogmekanikari
Lastbilamekanikari
Súkklu-/motorsúkklumekanikari
Grafiska- & Miðlayrkið
Fotografur
Grafiskur tøkningur
Miðlagrafikari
Skeltimálari
Handil- og skrivstovusyrkið
Advokatskrivari
Almenn fyrisiting
Fyrisiting
Handil engros
Handil detail
Læknaskrivari
Roknskap/grannskoðan
Speditión/shipping
Búskapur
Matvøruyrkið
Kokkur
Kondittari
Føðsluatstøðari
Føðsluhjálpari
Gastronomasssistentur
Meiaristur
Reseptiónistur
Slaktari
Tænari
Viðskerafrúgv
Metallyrkið
Edilmálmasmiður
HVS-smiður/montørur
Ídnaðartøkningur
Kølitøkningur
Metallsmiður
Plastbátasmiður
Plátu- og konstruktiónssmiður
Rustfastur kleinsmiður
Rørsmiður
Stálskipasmiður
Tænastu- & Tilvirkisyrkið
Hárfríðkari
Klædnavirkari
Kosmetikari
Optikari
Ortopædistur
Skorsteinssópari
Tannklinikkatstøðari
Tilvirkisatstøðari
Ursmiður
Veterinærheilsurøktari
Húsavarðaútbúgving (ejendomsservicetekniker)
Les meira um útbúgvingina her.
Tekjari (tagdækker)
Les meira um útbúgvingina her.