Yrkisútbúgvingarráðið

Uppgávan hjá Yrkisútbúgvingarráðnum er at viðgera mál um arbeiðamarknaðar- og yrkisútbúgvingar. Ráðið viðgerð og mælir landsstýrismanninum til, hvussu økið kann mennast. Her kann vera talan um, hvørjar nýggjar útbúgvingar partarnir á arbeiðsmarknaðinum mæla til verða settar á stovn ella um tillagingar eiga at verða gjørdar í verandi útbúgvingum, antin tí tørvurin, marknaðurin ella tøknin broytist.

Ráðið er samansett av umboðum fyri arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum taka avgerðirnar í Yrkisútbúgvingarráðnum. Viðkomandi skúlar eru við í Yrkisútbúgvingarráðnum og ráðgeva arbeiðsmarknaðarpørtunum um viðurskiftir, sum hava við skúlan at gera.

Ráðið er sett saman av einum formanni, 4 limum frá arbeiðsgevarasíðuni og 4 limum frá fakfelagssíðuni. Arbeiðsgevarar og fakfeløg velja sjálv síni umboð. Leiðarin í Yrkisdeplinum er skrivari í ráðnum.

Landstýrismaðurin í mentamálum setur formannin. Limir í Yrkisútbúgvingarráðnum eru valdir fyri 4 ár í senn.

Yrkisútbúgvingarráðið velur limirnar í Yrkisnevndini. 

Yrkisútbúgvingarráðið hevur fýra fastar árligar fundir, umframt eftir tørvi.