Yrkisnevndin

Yrkisnevndin er vald fyri 4 ár í senn. Yrkisútbúgvingarráðið velur Yrkisnevndina eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Í Yrkisnevndini sita tvey umboð fyri arbeiðstakaran og tvey umboð fyri arbeiðsgevaran.

Yrkisnevndin hevur ábyrgdina av ymiskum uppgávum ísv. læru og skúla. Eitt nú tekur yrkisnevndin avgerðir um umsóknir um góðkenningar av læruplássum, útbúgvingarinnihald í einstøku yrkisútbúgvingunum og mál um stytting í útbúgvingartíðini. Eisini tekur yrkisnevndin sær av ósemjum millum lærlingar og lærupláss, tá hesi ikki sjálvi finna semju. 

Nevndin hevur regluligar fundir, umleið tvær ferðir um mánaðin, ella tá ið tørvur er á tí.