Samsýningar og ferðaendurgjald

Yrkisdepilin rindar samsýning (satsur 1) aftaná hvønn fund sambært tímatalinum í fundarfrágreiðingunum (undantikin er formaðurin umframt limir, sum ikki ynskja samsýning).

Fundarsamsýning til arbeiðsbólkar undir ráðnum:
Yrkisdepilin rindar samsýning (satsur 1) og møguligt ferðaendurgjald aftaná hvønn fund sambært tímatalinum í fundarfrágreiðingunum.

Fundarsamsýning til yrkisnevndarlimir og serkøn til vanligar yrkisnevndafundir:
Yrkisdepilin rindar samsýning (satsur 1) og møguligt ferðaendurgjald aftaná hvønn fund sambært tímatalinum í fundarfrágreiðingunum.

Fundarsamsýning til arbeiðsbólkar undir yrkisnevndunum til gerð av útbúgvingarkunngerðum:
Yrkisdepilin rindar samsýning (satsur 1) og møguligt ferðaendurgjald sambært tímatalinum í fundarfrágreiðingunum.

Fundarsamsýning fyri gerð av lesiætlan:
Yrkisdepilin rindar fasta samsýning (satsur 2) fyri hvørja lesiætlan (vanliga 10-20 tímar - tó max 30 tímar) eftir frammanundan gjørdari avtalu ímillum tann serkøna og Yrkisdepilin. Er talan um dagføring av lesiætlan, rindar Yrkisdepilin eina minni samsýning (max 20 tímar) til hvønn persónin eftir frammanundan gjørdari avtalu ímillum tann serkøna og Yrkisdepilin.

Samsýning fyri uppgávugerð til sveina- og yrkisroyndir, herundir tilsvarandi sjúkraroyndir:
Yrkisdepilin rindar samsýning (satsur 2) pr. uppgávusett til tann serkøna (vanliga 10-20 tímar - tó max 30 tímar) eftir frammanundan gjørdari avtalu ímillum tann serkøna og Yrkisdepilin fyri gerð av yrkis- og sveinaroyndaruppgávum, herundir tilsvarandi sjúkraroyndaruppgávur. Sambært § 9 í Kunngerð um felags útbúgvingarreglur og felags útbúgvingarbygnað fyri yrkisútbúgvingar er ásett, at skúlarnir gera uppgávur til ávegis- og miðskeiðis royndir, og at Yrkisdepilin ger uppgávur til sveinaroyndir og tilnevnir metingardómarar til miðskeiðis- og sveinaroyndir. Innan skrivstovuyrkið gera lærlingar royndaruppgávuna (uttan samsýning).

Er talan um dagføring av yrkis- og sveinaroyndaruppgávum, rindar Yrkisdepilin eina minni upphædd pr. uppgávusett (max 20 tímar) eftir frammanundan gjørdari avtalu ímillum tann serkøna og Yrkisdepilin.

Samsýning til metingardómarar:
YD rindar fyri døming (satsur 3) og møguligt ferðaendurgjald (skal skjal útfyllast) aftaná hvørja roynd (t.e. allar miðskeiðisroyndir og sveinaroyndir, herundir tilsvarandi sjúkraroyndir) eftir uppgerð frá metingardómara. Yrkisdepilin rindar harumfarmt samsýning til metingardómarar, tá SIT-næmingar fara upp til endaliga verkliga roynd. Innan skrivstovuyrkið fáa metingardómarar samsýning (satsur 3) fyri 4 tímar pr. lærling íroknað fyrireiking.

Samsýning fyri rættlestur:
Kr. 100 pr. bls. fyri rættlestur
Kr. 150 pr. bls. fyri málsliga viðgerð + rættlestur
Kr. 200 pr. bls. fyri týðing – lættur tekstur
Kr. 250 pr. bls. fyri týðing – tungur tekstur

Satsir:
1) Fundarsamsýning (1-3 tímar, 3-5 tímar og yvir 5 tímar)
2) Samsýningin er handverkaratímaløn + 35%
3) Samsýningin er handverkaratímaløn + 60%