Kærumøguleikar

Møguleiki er fyri at kæra úrskurðin hjá yrkisnevndunum og annars at leggja mál um sáttmálaviðurskifti fyri sáttmálanevndina. 

Kærast kann t.d. um:

  • Ósemjur millum lærlingar og lærupláss. 
  • Próvtøkur í almennum lærugreinum.
  • Yrkis- og sveinaroyndir. 
  • Avgerðir tiknar av yrkisnevndini. 
  • Fyrisitingarligar avgerðir tiknar av leiðara á útbúgvingarstovni. 

Hvør er kærufreistin? Og hvør viðger kærurnar?

Ósemjur millum lærling og lærupláss kunnu kærast til serliga sáttmálanevnd. 

Próvtøkur í almennum lærugreinum kunnu kærast til leiðara útbúgvingarstovnsins. Kæran skal vera útbúgvingarleiðaranum í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at próvtøkuúrslitið er kunngjørt próvtakaranum. 

Yrkis- og sveinaroyndir kunnu kærast til yrkisnevndina í seinasta lagi 8 dagar eftir royndina. 

Avgerðir tiknar av yrkisnevndini vera kærdar til serliga kærunevnd. Kærufreistin er 4 vikur eftir frá tí degi, at kærarin móttekur avgerðina.

Fyrisitingarligar avgerðir hjá útbúgvingarleiðara kunnu kærast til landsstýrismannin, í seinasta lagi 4 vikur eftir at næmingurin hevur móttikið avgerðina. 

Hvussu verður kært?

Nærri kunning um kærumøguleikar er at finna í galdandi kunngerðum. Eitt nú um hvat kærast kann um, hvussu kæran skal viðgerast og hvat hon skal innihalda.

Kunngerð viðvíkjandi ósemjum millum lærling og lærupláss

Kunngerð um kærur av avgerðum tiknar av yrkisnevndini. 

Kunngerð um kærur av avgerðum tiknar av leiðara útbúgvingar stovnsins, og kærur um próvtøkur, yrkis- og sveinaroyndir (serliga er talan um kap. 19).