Hvussu verði eg førleikamettur

Ein, sum ynskir at verða førleikamettur skal venda sær til Yrkisdepilin ella tann útbúgvingarstovn, har viðkomandi ætlar ella ynskir at fara í útbúgving. Har fæst nærri at vita, hvørjir møguleikarnir fyri førleikameting og útbúgving ella førleikamenning í tí sambandi eru.