Hvør kann verða førleikamettur

Øll, sum eru fylt 25 ár og hava 3 ára starvsroyndir kunnu verða førleikamett. Førleikametingin er við til at gera av, um viðkomandi persónur lýkur treytirnar fyri at fara undir ávísa útbúgving, og um persónurin møguliga kann fáa ávísan part av útbúgvingini góðskrivaðan. Hevur persónurin viðkomandi førleikar, skal hann ikki á skúlabonk at læra hesar førleikar umaftur.

Fyri ávísar handverkaraútbúgvingar er treytin fyri at verða førleikamettur 30 ár, og persónurin skal hava í minsta lagi 5 ára starvsroyndir. Útbúgvingarnar, ið talan er um, eru timbur-, snikkara-, bilmekanikara-, elektrikara-, metal- og hárfríðkanarútbúgvingin. Fyri allar aðrar útbúgvingar er 25 ára aldur og trý ára starvsroyndir galdandi.