Hví førleikameta

Útbúgving og læring eru týdningarmiklir tættir í okkara samfelag, bæði fyri tann einstaka, fyri vinnuna og samfelagið sum heild. Tí er umráðandi, at øll tey vaksnu, sum tíðliga fóru úr skúlanum út á arbeiðsmarknaðin at royna sínar førleikar, fáa møguleika at taka eina útbúgving seinni í lívinum, um tey hava hug ella ynskja tað. Hetta er ikki altíð so lætt, sum tað kann tykjast.

Endamálið við førleikametingini er at veita vaksnum fólki førleikameting í sambandi við, at tey ynskja at fáa sær útbúgving ella at styrkja um støðu sína á arbeiðsmarknaðinum. Hetta fyri at tryggja, at tey ikki skulu ígjøgnum skipanir fyri at nema sær førleikar, sum tey longu hava.

Við hollari vegleiðing og førleikameting kann hetta stóra stig gerast lættari enn tað annars vildi verið.