Bakgrund og karmar

Arbeiðið at fyrireika og verkseta førleikameting í Føroyum hevur nøkur ár á baki. Í 2014 fingu vit lóg um førleikameting, og síðan tá hevur verið arbeitt við at fyrireika at fara undir førleikameting innan yrkisútbúgvingar. Í 2018 er kunngerð um førleikameting lýst, og sambært henni kunnu allir útbúgvingarstovnar fara undir at skipa fyri førleikameting.

Neyðugt verður tó at gera mannagongdir at førleikameta eftir fyri hvørja einstaka útbúgving. Hetta arbeiði er farið í gongd, og verður framt í stigum.

Lóg og kunngerð um førleikameting kunnu síggjast við at trýsta á leinki høgrumegin.