Førleikameting

Teir røttu førleikarnir kunnu hjálpa tær í at taka røttu avgerðirnar, tá tú skal velja útugving ella arbeiði.

Yrkisdepilin arbeiðir við førleikameting. Les meira um evnið á Lív Long Lærling.

Førleikametingin skal gera útbúgvingina smidligari

Førleikameting snýr seg í stuttum um, at ein persónur fær mett um og viðurkent førleikar, sum hann hevur útvegað sær gjøgnum lívið, td. í útbúgvingarskipanini ella á arbeiðsmarknaðinum. Metingin verður brúkt til at søkja inn á eina útbúgving, at fáa part av útbúgvingini góðskrivaðan, ella til at søkja starv, við møguleika fyri at styrkja sína støðu á arbeiðsmarknaðinum

Hvussu langt eru vit komin í arbeiðinum at verkseta førleikameting?

Enn er førleikameting ikki vorðin ein samantvunnin partur av okkara útbúgvingarskipan, eins og talan t.d. er í Danmark, har øll, sum eru farin úr almenna skúlanum og hava verið á arbeiðsmarknaðinum eitt skifti, og sum síðan ynskja at taka eina útbúgving, skulu førleikametast, áðrenn tey kunnu byrja útbúgvingina.

Fyri at tryggja dygdina í førleikametingini og álitið á skipanina er umráðandi, at tey fólk, sum skulu arbeiða við førleikameting, sum skulu viðurkenna og meta um førleikar og gera niðurstøðu út frá førleikametingini, eru útbúgvin serstakt til at røkja hesar uppgávur.

Tað fyrsta avgerandi stigið í verksetingini av førleikameting í Føroyum verður tí at førleikamenna faklærarar, skoðanarmeistarar, vegleiðarar og onnur starvsfólk innan hetta umfatandi øki, sum fevnir um alt tað føroyska útbúgvingarverkið og arbeiðsmarknaðin við.