Útbúgvingar

Nógvar útbúgvingar eru at velja ímillum, um ein ynskir at fara yrkisútbúgvingarleiðina og at gerast lærlingur. Útbúgvingarnar eru bygdar upp við at lærlingurin skiftir ímillum læru á arbeiðsplássinum og í skúla.

Í nógvum yrkisútbúgvingum ber til at taka skúlagongdina í Føroyum. Tá gongur lærlingurin í skúla antin á Tekniska skúla í Klaksvík ella á Glasir. Skúlarnir bjóða í ávísum yrkjum báðir skúlagongd, ímeðan skúlagongdin til aðrar útbúgvingar bert er á einum av skúlunum.

Í ávísum førum ber ikki til at taka skúlagongdina í Føroyum. Tá fer lærlingurin á skúla í Danmark.

Í vinstra bredda ber til at síggja, hvørjar yrkisútbúgvingar hava skúlagongd í Føroyum, og hvørjar hava skúlagongd í Danmark.