24/03/2020

Kunning í sambandi við lønir og lønarendurgjald

Ymiskar støður gera um seg í sambandi við starvs- og lønarviðurskiftini hjá bæði lærlingum og sjálvstøðugum vinnurekandi, nú strong sóttartiltøk eru sett í verk at basa útbreiðsluni av covid-19 sjúkuni. Góð kunning um hesi viðurskifti eru m.a. at finna á heimasíðunum hjá ALS og Almannaverkinum, haðani hesar upplýsingar eru fingnar.

Endurgjald til lærlingar vegna vantandi virksemi

Lærlingar, sum verða sendir heim eitt tíðarskeið í sambandi við at arbeiðsuppgávur hjá arbeiðsgevaranum minka av íkomnu støðuni, eru fevndir av nýggju lógini um endurgjald í sambandi við korona. Tó er lønarískoytið, lærlingar hava rætt til, í mesta lagi tann løn, sum viðkomandi hevur rætt til sambært galdandi sáttmála. Lærusáttmálin sigur, hvør lønarsáttmáli er galdandi fyri einstaka lærlingin. Fyri lærlingar, ið eru fevndir av S&K-sáttmálanum er hetta sáttmálin . Her er lønartalvan . Fyri handverkslærlingar er lærlingasáttmálin fyri handverksfeløgini galdandi. Her er handverkssáttmálin. Her er lønartalvan.

ALS umsitir útgjøldini til endurgjald í sambandi við vantandi virksemi. Arbeiðsgevarin skal minnast til at melda síni starvsfólk inn í ALS, sum síðan sendir starvsfólkinum beinleiðis boð, tá umsóknin er viðgjørd. Vitja koronasíðuna hjá ALS.

Hevur lærlingur rætt til sjúkradagpengar, hevur hann ikki samstundis rætt til lønarískoyti frá ALS, sambært hesi skipan, og skal boða ALS frá.

Sáttmálaviðurskiftini eru avgerandi fyri, hvar lærlingurin fær pening frá í sóttarhaldstíðini

1. Sigur sáttmálin, sum lærlingurin er løntur eftir, at lærlingurin fær dagpening við sjúku, skal lærlingurin sjálvur søkja um sjúkradagpening frá Almannaverkinum. Sí heimasíðuna hjá Almannaverkinum.

2. Sigur sáttmálin, at lærlingurin hevur rætt til løn frá arbeiðsgevaranum, tá hann er sjúkur, fær lærlingurin løn sum vanligt ígjøgnum sóttarhaldið ella sjúkutíðina. Tá kann arbeiðsgevarin søkja Almannaverkið um at fáa endurgoldið lønarútreiðslurnar til lærlingin. Oyðiblað finst á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Endurgjald til arbeiðsgevara vegna lærlingar, ið skulu í sóttarhald ella avbyrging

Verður lærlingur, sum er í arbeiði, settur í sóttarhald orsakað av corona, skal hann lønast við sjúkradagpeningi frá Almannaverkinum. Tá hevur lærlingurin ikki rætt til útgjald úr ALS-skipanini, og skal lærlingurin boða ALS frá hesum alt fyri eitt.

Les meira um reglurnar í dagpeningaskipanini viðvíkjandi lønarískoyti í sambandi við átøkini ímóti corona á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Dagpeningatrygging til sjálvstøðug vinnurekandi

Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna sjálvbodna dagpeningatrygging og harvið fáa rætt til fulla dagpeningaveiting dagin eftir at umsókn um sjálvbodna trygging er latin Almannaverkinum. Umsókn er at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Endurrindan av lønarútreiðslum

Um starvsfólk, ið hevur rætt til løn undir sjúku, er vorðið sjúkt av corona, og er sett í sóttarhald ella hevur fingið tilmæli um at fara í sóttarhald, kann arbeiðsgevarin fáa endurrindað lønarútreiðslur, ið arbeiðsgevarin hevur til hesi starvsfólk. Arbeiðsgevari skal søkja um endurgjald í hesum sambandi, og umsóknarblað liggur á heimasíðuni hjá Almannaverkinum, har eisini meira kunning fæst.

Kunning í sambandi við lønir og lønarendurgjald