Formansfrágreiðing 3.mars 2010


Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 4 – 2009/2010 tann 3. mars 2010

 
Til fundin í dag, sum er 4. regluligi fundurin í ráðssetuni 2009/2010, eru hesi mál á skránni:
 
Mál nr.   8 – 2009/2010: Uppfylging av kunning um uppskoti til fíggjarlóg 2010 fyri Yrkisdepilin
Í samband við at fíggjarlógin fyri 2010 var samtykt í Løgtinginum undan jólum 2009, vil ráðsskrivarin greiða frá, hvørja ávirkan samtykti fíggjarkarmurin hevur fyri Yrkisdepilin í inniverandi fíggjarárið.
 
Mál nr. 9 – 2009/2010: Endurskoðanin av yrkisútbúgvingunum
Endurskoðanin av yrkisútbúgvingunum er nú komin undir land, og er tilfarið, sum sent er út til henda fundin, eitt næstan endaligt arbeiðsskjal. Hetta verður viðgjørt til eitt endaligt álit, ið nevndin væntandi verður samd um, síðani verður álitið avgreitt til prentingar í næstum. Ætlanin er at handa landsstýriskvinnuni Helenu Dam á Neystabø álitið seinast í mars mánaða.
 
Mál nr. 13 – 2009/2010: Klædnatilvirkaraútbúgvingin á Tekniska skúla Tórshavn
Tekniski skúlin í Tórshavn hevur ynski um at tillaga SIT útbúgvingina Stíl@Snið soleiðis, at til ber at taka yrkisútbúgvingarnar til kosmetikara- og klædnahandverkara í Føroyum. Uppskotið frá Tekniska skúla er at gera hetta við einum blandingi av skúlapraktikk og verkligari læru. 
 
Mál nr. 14 – 2009/2010: Fyrispurningur frá byggiyrkisnevndini um snikkaraútbúgvingina
Saman við 2 umboðum frá snikkaravinnuni og einum umboði frá Vinnuhúsinum, hevur yrkisnevndin innan byggiðyrkið viðgjørt – snikkaraútbúgvingina í Føroyum. Nevndin mælir til at kanna møguleikarnar fyri einari føroyskari snikkaraútbúgving, fáa betur samskifti millum skúla og lærupláss hyggja nærri at sveinaroyndini og royndartíðini á 3 mánaðir. Í løtuni situr arbeiðsbólkur og gerð nýggja kunngerð til timbur- og snikkaraútbúgvingina.
 
Mál nr. 15 – 2009/2010: Byggismiðurin
Vinnu- og miðnámsskúladeildin  í Mentamálaráðnum mælir til at endurskoða uppskotið um kunngerðina til byggismið við atliti til møguliga at geratillagingar í núverandi húsasmið útbúgving, so hon verður tillaga krøvunum frá vinnuni, ístaðin fyri at byrja eina nýggja útbúgving. Vinnu og miðnámsskúladeildin ynskir eisini, at ein kostnaðarmeting verður gjørd av hesum viðurskiftum.
 
Mál nr. 16 – 2009/2010: Uppskot til kunngerð um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-kunngerðin)
Mentamálaráðið hevur lagt nýtt uppskot til kunngerð um støðisútbúgving innan tøkni (SIT- kunngerðin) fyri Yrkisútbúgvingarráðið til ummælis.
 
Sonja Oy. Petersen skúlaumboð frá Føroya Handilsskúla Tórshavn hevur eitt innlegg um sína umboðan í ráðnum
 
Ymiskt
·         Uppskot til kunngerð um byggismiðútbúgving (des. 05)
Uppskot er um, at Yrkisútbúgvingarráðið tekur hetta mál upp til nýggja viðgerð
 
·         Uppskot til kunngerð um maskinsmiðútbúgving (aug. 07)
Kunngerðin verður lýst saman við teimum broyttu útbúgvingarkunngerðinum til el-, bil- og hárútbúgvingina.
 
·         Góðkenning av kunngerð um kærunevnd
 
·         Tilmælið um endurnýggjan av kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001 um lærusáttmálar o.a. og kunngerð nr. 73 frá 8 august 2002 um umsitingargjald vinnunar
Mentamálaráðið avgreiðir hesar kunngerðir sum skjótast.
 
·         Góðkenning av kunngerð um grundskeið í kokkayrkinum.
Upplýsast skal at Landsstýriskvinnan hevur sett arbeiðsbólk at arbeiða við nýggjari útbúgving innan matvøru- og tænastuyrkið. Arbeiðsbólkurin skal kanna og lýsa møguleikarnar fyri at skipa førleikagevandi yrkisútbúgving innan matvøru-og tilhoyrandi tænastuútbúgvingar.
 
mars 2010                                                       
Ráðsformaðurin

Gerðabókin 3. mars 2009


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur