Formansfrágreiðing 2.desember 2009


Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 3 – 2009/2010 tann 2. desember 2009

 
Til fundin í dag, sum er 3. regluligi fundurin í ráðssetuni 2009/2010, eru hesi mál á skránni:
 
Mál nr. 1 – 2009/2010: Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar
Víðari viðgerð av uppskoti til broyting í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar, ið løgd var fram av Mentamálaráðnum 21. oktober 2009
 
Mál nr. 2 – 2009/2010: Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 6 frá 1. februar 2007 um bilsmiðútbúgving
Mál nr. 3 – 2009/2010: Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 1 frá 2. januar 2007 um elektrikaraútbúgving 
Mál nr. 4 – 2009/2010: Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 11 frá 21. februar 2007 um hárfríðkaraútbúgving
Mál nr. 5 – 2009/2010: Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð um maskinsmið-útbúgving
Broytingin í øllum útbúgvingarkunngerðunum er ein avleiðing av at kunngerðin um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar verður broytt.
 
Víðari viðgerð av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 60 frá 13 mai 2002 um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv,iðløgd var fram av Mentamálaráðnum 21. oktober 2009.
 
Mál nr. 9 – 2009/2010: Endurskoðanin av yrkisútbúgvingunum
Avtala er at vit á hvørjum fundi í Yrkisútbúgvingarráðnum viðgera tað sum hendir í endurskoðanini av yrkisútbúgvingunum. Til henda fundin er tó onki nýtt á skránni, men um onkur hevur okkurt at viðmerkja, eru tit vælkomin til tað.
 
Mál nr. 10 – 2009/2010: Uppfylging av hoyringsfundinum um yrkisútbúgvingarnar á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna
Fyrisitingin hevur gjørt uppskot til endaliga niðurstøðu av brævinum sum var sent til Yrkisútbúgvingarráðið tann 31. mars 2008. Málið verður nú sent víðari til Mentamálaráðið.
 
Ymiskt
·         Uppskot til kunngerð um byggismiðútbúgving (des. 05)
Arbeitt verður í løtuni við einum uppleggi, sum Petur Oluf Hansen og Eyðun Gaard hava lagt fyri Vinnu- og miðnámsskúladeildina í Mentamálaráðnum.
 
·         Uppskot til kunngerð um maskinsmiðútbúgving (aug. 07)
Arbeitt verður við hesi kunngerð, og er hon við á hesum fundinum.
 
·         Góðkenning av kunngerð um kærunevnd
 
·         Rættingar til lærusáttmálan.
 
·         Tilmælið um endurnýggjan av kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001 um lærusáttmálar o.a. og kunngerð nr. 73 frá 8 august 2002 um umsitingargjald vinnunar
 
Mentamálaráðið avgreiðir hesar kunngerðir sum skjótast.
 
·         Góðkenning av kunngerð um grundskeið í kokkayrkinum.
 
Mentamálaráðið arbeiðir við málinum.
 
desember 2009                                                           
Ráðsformaðurin
 
 

Gerðabókin 2. desember 2009


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur