Formansfrágreiðing 18.november 2009


Formansfrágreiðing til ráðsfund nr. 2 – 2009/2010 tann 18. november 2009

 
Til fundin í dag, sum er 2. regluligi fundurin í ráðssetuni 2009/2010, eru hesi mál á skránni:
 
Mál nr. 1 – 2009/2010:   Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar
Viðgerð av uppskoti til broyting í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar, ið løgd var fram av Mentamálaráðnum á seinasta ráðsfundi. Fyrisitingin hevur gjørt upprit, sum vísir á hvat broytingar hava við sær, eisini verða skúlarnir hoyrdir um hvønn týdning broytingarnar hava fyri teir.
 
Mál nr. 2 – 2009/2010: Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 6 frá 1. februar 2007 um bilsmiðútbúgving
Mál nr. 3 – 2009/2010: Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 1 frá 2. januar 2007 um elektrikaraútbúgving 
Mál nr. 4 – 2009/2010: Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 11 frá 21. februar 2007 um hárfríðkaraútbúgving
Mál nr. 5 – 2009/2010: Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð um maskinsmið-útbúgving
Broytingin í øllum útbúgvingarkunngerðunum er ein avleiðing av at kunngerðin um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar verður broytt.
 
Viðgerð av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 60 frá 13 mai 2002 um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarví løgd var fram av Mentamálaráðnum á seinasta ráðsfundi. Fyrisitingin hevur gjørt upprit, sum vísir á hvat broytingar hava við sær, eisini eru skúlarnir hoyrdir um hvønn týdning broytingarnar hava fyri teir.
 
Mál nr. 7 – 2009/2010:  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Nýtt uppskot er av Mentamálaráðnum beint eftir seinasta ráðsfund sent út til øll yrkisfeløgini til hoyringar. Uppskotið er nú lagt fyri Tingið til viðgerðar.
 
Mál nr. 9 – 2009/2010:   Endurskoðanin av yrkisútbúgvingunum
Avtala er at vit á hvørjum fundi í Yrkisútbúgvingarráðnum viðgera tað sum hendir í endurskoðanini av yrkisútbúgvingunum. Til henda fundin er tó onki nýtt á skránni, men um onkur hevur okkurt at viðmerkja eru tit vælkomin til tað.
 
Mál nr. 10 – 2009/2010: Uppfylging av hoyringsfundinum um yrkisútbúgvingarnar á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna
Fundarfrágreiðing frá fundinum er send út til tykkara, og er ætlanin at hava eitt orðaskiftið, um tað sum kom fram á fundinum í Vestmanna, og um vit ikki koma til eina niðurstøðu á hesum fundinum, so vónandi koma vit til eina niðurstøðu á næsta fundi tann 2. desember 2009.
 
Mál nr. 11 – 2009/2010: Frágreiðing frá Erhvervsskolernes Generalforsamling og fundi við REU – Rådgivende udvalg for erhvervsuddannelser.
Formaðurin og skrivarin hava í døgunum 12. og 13. november verið í Keypmannahavn á fundi við REU – Rádgivende udvalg for erhvervsuddannelser og erhvervsskolernes generalforsamling. Formaðurin og skrivarin vilja tí greiða ráðnum frá, hvat teir fingu burturúr fundinum.
 
Ymiskt
·         Uppskot til kunngerð um byggismiðútbúgving (des. 05)
Frágreiðing um málið kemur á fundinum.
·         Uppskot til kunngerð um maskinsmiðútbúgving (aug. 07)
Arbeitt verður við hesi kunngerð, og er hon við á hesum fundinum.
 
·         Góðkenning av kunngerð um kærunevnd
 
·         Rættingar til lærusáttmálan.
 
·         Tilmælið um endurnýggjan av kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001 um lærusáttmálar o.a. og kunngerð nr. 73 frá 8 august 2002 um umsitingargjald vinnunar
 
Mentamálaráðið avgreiðir hesar kunngerðir sum skjótast.
 
·        Góðkenning av kunngerð um grundskeið í kokkayrkinum.
 
Mentamálaráðið arbeiðir við málinum.
 
november 2009                                                          
Ráðsformaðurin

 

Gerðabókin 18. november 2009


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur