Formansfrágreiðing 21.oktober 2009


Formansfráðgreiðing til ráðsfund nr. 1 – 2009/2010 tann 21. oktober 2009

 
Eg skal fyrst av øllum ynskja teimum nýggju ráðslimunm Elin Sørensen, Eyðvør Berg og Suna Simonsen vælkomnum í Yrkisútbúgvingarráðið, nývald fyri tíðarskeiðið 2009 til 2013 eru Elin Sørensen, Eyðvør Berg, Esther Dahl og Emy S. Niclasen og skal eg samstundis ynskja tykkum øllum tillukku við tilnevningini. Suni Simonsen er komin inn fyri Harald Østerø, og er hansara valskeið eins og hjá hinum ráðslimunum úti í 2011.
 
Til fundin í dag, sum er 1. regluligi fundurin í ráðssetuni 2009/2010, eru hesi mál á skránni:
 
Mál nr. 1 – 2009/2010:   Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð um felags útbúgvingar og útbúgvingarbygnað fyri yrkisútbúgvingar
 
Mál nr. 2 – 2009/2010:   Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 6 frá 1. februar 2007 um bilsmiðútbúgving
 
Mál nr. 3 – 2009/2010:   Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 1 frá 2. januar 2007 um elektrikaraútbúgving 
 
Mál nr. 4 – 2009/2010:   Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð nr. 11 frá 21. februar 2007 um hárfríðkaraútbúgving
 
Mál nr. 5 – 2009/2010:   Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð maskinsmið-útbúgving
 
Mál nr. 6 – 2009/2010:  Góðkenning av uppskoti til broyting av kunngerð nr 60 frá 13 mai 2002 um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv
 
Tá ið málini nr. 1 til 6 eru rættiliga rúgvismikil, velja vit at leggja tey fram á annan hátt enn vanligt hevur verið. Skrivarin vil leggja uppskotini fram fyri ráðslimirnar, samstundis sum hann greiðir frá hví og hvat er broytt við hesum kunngerðum. Sjálv viðgerðin verður so at bíða, til báðar teir komandi fundirnar, sum vera hildnir 18. november og 2. desember 2009
 
Mál nr. 7 – 2009/2010:  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Hetta uppskotið er av Mentamálaráðnum sent út til øll yrkisfeløgini til hoyringar, og er tað eitt ynski um at ráði eisini verður hoyrt og ikki bert kunnað í hesum máli.
 
Mál nr. 8 – 2009/2010:   Kunning um uppskot til Fíggjarlóg 2010 fyri Yrkisdepilin
Skrivarin greiðir á fundinum frá, hvussu fíggjarlógaruppskotið er í mun til tað, sum Yrkisdepilin hevur lagt fyri Mentamálaráðið
 
Mál nr. 9 – 2009/2010:   Endurskoðanin av yrkisútbúgvingunum
Skrivarin greiðir frá arbeiðinum í endurskoðanini og hvussu langt arbeiði higartil er komið, eisini fáa ráðslimirnir innlit í tað, sum er komi niður á pappír higartil, hetta verður býtt út á fundinum.
 
Ymiskt
 
·         Uppskot til kunngerð um byggismiðútbúgving (des. 05)
Frágreiðing um málið kemur á fundinum.
 
 
·         Uppskot til kunngerð um maskinsmiðútbúgving (aug. 07)
Arbeitt verður við hesi kunngerð, og er hon við á hesum fundinum.
 
·         Góðkenning av kunngerð um kærunevnd
 
·         Rættingar til lærusáttmálan.
 
·         Tilmælið um endurnýggjan av kunngerð nr. 101 frá 18. juni 2001 um lærusáttmálar o.a. og kunngerð nr. 73 frá 8 august 2002 um umsitingargjald vinnunar
 
Mentamálaráðið avgreiðir hesar kunngerðir sum skjótast.
 
·         Góðkenning av kunngerð um grundskeið í kokkayrkinum.
 
Mentamálaráðið arbeiðir við málinum.
 
 
oktober 2009                                                  
Ráðsformaðurin
 

Gerðabókin 21. oktober 2009


Við at trýsta á her kemur tú til Gerðabókina fyri fundin

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur