Uppsøgn av lærusáttmála


Høvuðsreglan (Yl §§ 38-42) er, at aftan á royndartíðina, sum eftir verandi lóg er 3 mánaðir, kann lærusáttmálin ikki sigast upp. Tó kann lærusáttmáli sigast upp, um báðir partar skrivliga vátta hetta. Váttanin skal gerast á oyðublaðnum: Umsókn um broyting í lærusáttmála.

 

Í royndartíðini kann annar parturin tó siga sáttmálan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina. (Yl § 38, stk. 2)

 

Er royndartíðin lokin, og skuldi tað hent, at annar parturin ikki heldur skyldur sínar, so kann hin parturin siga sáttmálan upp.
Uppsøgning skal tá koma ikki seinni enn ein mánaða eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika um viðurskiftini, sum uppsøgning er grundað á.

 

Eru partarnir ósamdir um onkur týðandi viðurskifti viðvíkjandi læruni, herundir um uppsøgn av sáttmála, so eiga teir at leggja málið fyri viðkomandi yrkisnevnd, sum so skal royna semju.

 

Kann yrkisnevndin ikki fáa partarnar at koma til semju um uppsøgn av sáttmála, so kann málið verða lagt fyri eina sáttmálanevnd, sum kann seta lærusáttmála úr gildi og taka støðu til spurningin um endurgjald.
Í seinasta lagi 8 vikur eftir at sáttmálanevndin hevur gjørt úrskurð, kunnu partarnir leggja málið fyri Føroya Rætt.

 

Lærusáttmáli fellur burtur, um lærlingur av eini hvørji orsøk (YL §30) verður útihýstur frá undirvísingini á skúla, har skúlagongdin er.
Onnur viðurskifti, sum kunnu gera, at sáttmáli verður settur úr gildi eru eitt nú, at virki heldur uppat, og at fyritreytirnar fyri góðkenning av virki sum lærupláss detta burtur.

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur