Um lærupláss (virki) fer konkurs


Tað kemur fyri, at virki, sum hevur lærusáttmála við ein ella fleiri lærlingar, fer konkurs. Hvørji fyrilit eiga at verða tikin í slílkum føri? Yrkisútbúgvingarlógin ásetir í § 16 soleiðis (undirstrikingin er gjørd av Yrkisdeplinum): ”Verkliga læran fer fram á einum ella fleiri virkjum, ið eru góðkend sum lærupláss av viðkomandi yrkisnevnd, og hon er grundað á lærusáttmála millum lærling og viðkomandi virki. Broytast fyritreytirnar fyri áður givna góðkenning, hava lærupláss skyldu til at boða viðkomandi yrkisnevnd frá hesum.”

 

Hetta merkir, at tað sum høvuðsregla er skyldan hjá tí einstaka læruplássinum (virkinum) at boða frá, tá ið virkið t.d. fer konkurs og tær harvið grundleggjandi fyritreytirnar fyri einum lærusáttmála sostatt detta burtur.

 

Í § 39 í lógini er harumframt ásett (undirstrikingin gjørd av Yrkisdeplinum):

 

  • um annar parturin ikki heldur skyldur sínar, kann hin parturin siga lærusáttmálan upp (stk. 1),
  • um onkur týdningarmikil treyt fyri at gera lærusáttmálan er skeiv ella seinni dettur burtur, kann hin parturin siga sáttmálan upp (stk. 2),
  • at uppsøgn eftir stk. 1 ella 2 skal fara fram innan ein mánaði eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika um viðurskiftini ella eftir vanligum sketni skuldi havt fingið kunnleika til viðurskiftini, sum uppsøgnin er grundað á (stk. 3).

 

Hetta merkir, at fer eitt virki (lærupláss) konkurs og tær harvið grundleggjandi fyritreytirnar fyri einum lærusáttmála detta burtur, samber stk. 2, kann læruplássið og/ella lærlingurin boða frá hesum.

 

Legg til merkis, at fráboðanin frá tí, sum sendir inn uppsøgnina eftir stk. 2, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 1 mánaða eftir, at uppsigandi parturin hevur fingið kunnleika um viðurskiftini.

 

Í sambandi við uppsøgnina, sum skal verða skrivlig og undirskrivað, er tað av týdningi, at m.a. upplýsingarnar verða grundgivnar og sagt verður frá, frá hvørjum degi sáttmálin skal setast úr gildi.

 

Melda til tíðindabræv


Navn 
Teldupostur